Mikudagin kunngjørdi HB sín nýggja áleypara, danan Jakob Johansson. Tað var greitt tá, at hetta ikki fór at vera seinasti spælarin, sum HB fór at heinta inn til nýggjá kappingarárið. Nú er sáttmáli gjørdur við enn ein dana - Sammy Skytte.
Hetta er váttað úr HB-húsinum fyrrapartin.
Talan er um eitt ikki heilt ókent navn í donskum og norskum fótbólti. Miðvallarin varð sæddur sum eitt stórt talent í Silkeborg, har hann kom á besta liðið sum 18-ára gamal. Skytte spældi eisini samanlagt 17 dystir á donsku U-landsliðunum, og tá Silkeborg flutti niður í 2018, keypti FC Midtjylland hann.
Simon Skytte er uppvaksin í Silkeborg. Í ungdómsárinum spældi hann millum annað nøkur ár saman við Betuel Hansen (NSÍ)
Hann spældi nógv í AC Horsens, sum leigaði gávaða miðvallaran úr FC Midtjylland í 2018/2019
Skytte spældi tó ongantíð fyri FC Midtjylland. Hann varð beinanvegin leigaður út til AC Horsens, har Hallur Hansson var ein liðfelagi, og síðani til Stabæk í bestu norsku deilini. Nýggi HB-miðvallarin fekk hesi fyrstu árini í tjúgunum nógva spælitíð í bestu deildunum í Danmark og Noreg - samanlagt hevur hann spælt yvir 50 dystir í báðum.
Bodø/Glimt keypti Simon Skytte leysan í 2020. Hann spældi nakrar dystir og fekk nøkur mál í fyrru hálvu av søguliga meistaraárinum hjá Glimt. Í seinnu hálvu og í 2021 var Skytte aftur í Stabæk og spældu heilt fitt í Eliteseriuni. Seinastu tvey kappingarárini er danin bert skrásettur fyri fýra dystir á Transfermarket. Teir hava verið fyri Concordia í næstbestu deildini í Rumenia.
Harvið er talan um ein spælari við lufalsliga nógvum royndum á høgum stigi og í góðum aldri, sum onkursvegna skal byrja av nýggjum í Gundadali.
Simon Skytte er komin til landið. Tað er ikki heilt vist, um hann verður tøkur til fyrsta landskappingardystin hjá HB móti NSÍ sunnudagin, fáa vit upplýst.
HB hevur gjørt eitt-ára sáttmála við 27-ára gamla miðvallaran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald