Fótbóltur

Samstarvið millum ÍF og Høgna endað

ÍF boðaði í gjárkvøldið frá, at 35-ára gamli leikarin kortini ikki spælur fyri felagið í 2020.

Høgni Madsen í dysti á Argjum í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Høgni Madsen í dysti á Argjum í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-02 11:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør var hann aftur at síggja í Betrideildini. Tað var við barndómsfelagnum ÍF,  Høgni Madsen spældi 24 dystir fyri í 2019.

Partarnir høvdu gjørt sáttmála fyri 2020, men hann er nú strikaður. ÍF boðaði í gjárkvøldið frá, at partarnir hava tikið eina felags avgerð um at steðga samstarvinum.

Tað er ikki greitt, um Høgni Madsen fer at halda fram at spæla á hægsta stigi í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder