Fótbóltur

Samuel royndarvenur í Randers

19-ára gamli miðverjin hevur sáttmála við barndómsfelagið HB men hevur nú havt sína fyrstu venjing í Randers og skal vera har alla næstu viku. Ætlanin er at fáa nakrar góðar venjingar við einum professionellum liði, sigur hann við Portalin.

Samuel Johansen Chukwudi fekk sínar fyrstu landsliðsminuttir í november (Mynd: Sverri Egholm)

Samuel Johansen Chukwudi fekk sínar fyrstu landsliðsminuttir í november (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-20 18:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samuel Johansen Chukwudi var størsta partin av 2022 í Belgia. Har royndi hann seg í Union Saint Gilloise. Ungi miðverjin var tó skaðadarvaður ein part av tíðini, og skaðaviðgerð fyri knæðið og endurvenjing var á skránni fyrstu tíðina. Hann slapp seinni at venja partvíst við besta liðnum og royna seg í dysti við eykaliðnum, men hetta var ikki heilt nøktandi støði fyri menningina hjá føroyska stórtalentinum.

Heimasíðan in.fo skrivaði í síðstu viku, at Samuel nú fór at venda aftur til barndómsfelagið. Sáttmálin við Union Saint Gilloise var ein leigusáttmáli, og belgiska felagið keypti hann ongantíð leysan - Samuel spældi tríggjar dystir við HB síðsta summar. Nú 19-ára gamli havnarmaðurin kom til Føroya síðsta hósdag, men steðgurin gjørdist stuttur.

Fyrrapartin skrivaði bolt.fo, at Samuel Chukwudi næstu vikuna skal royndarvenja við superligafelagnum Randers FC.

[object Object]
Samuel í einum av teimum trimum dystunum, ið hann spældi fyri HB í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Portalurin hevur nú tosað við Samuel, ið er staddur í Randers, um hvat hann ætlar at fáa burturúr tíðarskeiðnum:

- Eg kom hóskvøldið/gjárskvøldið, og hevði mína fyrstu venjing í morgun. Eg ætli mær at hyggja eftir umstøðunum, fáa nakrar góðar venjingar við einum professionellum liði, og gera tað so gott sum eg kann. So vóni eg, at teir fáa eina góða fatan av mær.

Randers liggur í ovaru hálvu av bestu donsku deildini. Liðið úr Jútlandi hevur føroyska vitjan alla næstu viku eisini. Samuel Johansen Chukwudi hevur sáttmála við HB fyri 2023. Hann hevur sambært Faroesoccer spælt 34 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum. Samuel hevur sjey U21-landsdystir, harav fýra sigrar, og spældi í november sínar fyrstu A-landsdystir. Talan var um venjingardystir í Kekkia og Kosovo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder