Annað

Sandavágsmenn koppaðu havnamonnum

Stavn um stavn. Nú stendur á jøvnum millum oddaliðini. Alt bendir á eina reina finalu aftur í ár. Havnin og Sandavágur hittast aftur í næstseinasta umfari.

Rógvi Egilstoft (hm) telvaði javnt á 1. borði móti stórmeistaranum, Helga Dam Ziska (vm), sum hevði fult stigatal fyri dystin. Her er talvið teirra millum júst byrjað

Rógvi Egilstoft (hm) telvaði javnt á 1. borði móti stórmeistaranum, Helga Dam Ziska (vm), sum hevði fult stigatal fyri dystin. Her er talvið teirra millum júst byrjað

2022-01-10 06:55 Author image
Innsent
placeholder

Sandavágsmenn koppaðu oddaliðnum úr Havn í toppdystinum í fimta umfari í landskappingini í talvi sunnudagin.

Nú stendur á jøvnum millum vágamenn og havnarmenn í fremstu deildini. Bæði liðini hava 15 stig hvør, og eru fýra stig undan triðja liðnum í røðini. 

Kanska fáa vit aftur eina beinleiðis FM-finalu, tá oddaliðini hittast aftur í seinasta umfari 26.mars.

Høgni sigursharri
Tað var føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, sum tryggjaði Sandavágs Talvfelag sigurin. Høgni vann á Carl Eli Samuelsen á øðrum borði. Á hinum borðunum endaði javnt. 

Aldursmunurin var størstur á fjórða borði. Har togaðust 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol og 57 ára gamli Torkil Nielsen. Luitjen royndi við hvíta fólkinum, men talvið endaði javnt. Sjúrður Thorsteinsson stríddist at vinna á triðja borði, eftir at teir vóru lidnir á hinum borðunum, men hóast Silas Eyðsteinsson var eitt sindur kroystur, eydnaðist honum at varðveita javnvágina, og fáa talvið javnt.

Treystir vágamenn
Sandavágsmenn eru drúgvir. Hóast havnarmenn høvdu hægri styrkital á trimum av fýra borðum, vóru teir kortini ikki mentir at vinna nakað talv í dag. At allir á sandavágsliðnum eru ítróttarmenn og spæla fótbólt í fremstu røð – tann elsti spældi sum kunnugt, tá hann var yngri – ger kanska, at teir hava hesa serligu kappingaríleguna, sum fær teir at spenna seg út og avrika á høgum stigi, tá ið á stendur.

Annað dømi um góða kappingarmoralin hjá vágamonnum er teirra støðufesti. Hóast teir fáast við elituítrótt, er tað rárasta hending, at teir ikki eru fullmannaðir. Havnarmenn hava seks telvarar í alt, sum skiftast. Hesaferð vóru hvørki Martin Poulsen ella Olaf Berg tøkir. Annar situr í sóttarhaldi og hin hevði forfall av arbeiðsávum. Teir eru annað og triðja borð hjá Havnini, men fimm av teimum seks í 1. liðshópinum hjá Havnar Telvingarfelag eru toluliga javnsterkir - Helgi Dam Ziska er tann ókrýndi kongurin. 

Klaksvíkingar dragna
Útlitini til at Klaksvíkar Talvfelag í vetur fór at leggja seg út í kappingina við oddaliðini seinastu árini – Sandavágur og Havnin – eru fánaðar nú í seinastuni. Moldosvki stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, hevur ikki verið við í seinastu tveimum dystunum, og tað merkist.

Í løtuni stendur kappingin um triðja plássið millum Klaksvík og annað lið hjá Havnini. Teir møttust í dag, og úrslitið var javnleikur 2-2. Her hendi tað, at Hjalti Toftum Jógvansson heldur óvæntað vann á Ólavi Simonsen á 1. borði.

Í triðja dystinum vann Klaksvík B tepran sigur á Vestmanna.

Støðan í 1. deild, nú kappingin er hálvrunnin er, at Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag hava 15 stig, Havnar Telvingarfelag 2 hevur 11, Klaksvíkar Talvfelag 10,5, Klaksvíkar Talvfelag 2 hevur 5 og Vestmanna Talvfelag 3,5 stig.

Í hinum deildunum eru ikki allir dystir telvaðir sum ætlað, og nøkur úrslit eru ikki greið enn. Meira er at síggja á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Um tvær vikur verður sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini. Dystirnir í sætta umfari verða sunnudagin 23. januar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder