Hópurin hjá HB byrjar at líkjast, og nú hevur FM-biðilin skrivað undir við Dan í Soylu um at taka eitt tørn afturat.
Umframt Dan í Soylu hevur HB gjørt sáttmála við fýra nýggjar spælarar. Teir eru Matthias Præst Nielsen, Mads Borchers, Viljorm Davidsen og Mikkel Dahl.
Dan í Soylu, sum er heiman av Sandi, spældi í nøkur ár á U18-liðnum hjá HB, og var eitt skifti á Argjum og í Sundalagnum og leikti, men kom aftur í Gundadali í 2018.
Síðan tá hevur hann verið meira ella minni fastur maður á miðjuni, har tað higartil er blivið til 152 dystir og 29 mál á besta liðnum.
– Hann er spælskiparin, sum kann stýra dystinum, og kann skapa vandamiklar støður. Eg eri eisini ovfarin av hansara defensiva arbeiði, tá tað kemur til at leggja trýst á mótstøðuliðið og at vinna bóltin. Eg haldi hann er tann besti spælarin á sínum plássi, sigur HB-venjarin Dalibor Savic við heimasíðuna hjá felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald