KÍ hevur í kvøld kunngjørt ein nýggjan spælara. Talan er um eitt skifti, ið hevur ligið í luftuni í eina tíð.
- Tað er við gleði, at vit í kvøld kunngerða, at Dan í Soylu verður ein partur av KÍ hópinum tvey tey næstu árini. Vit hava skrivað sáttmála við 27 ára gamla íðna heimasandsmannin. Dan byrjar longu at venja á Djúpumýru komandi mánakvøld.
Soleiðis skrivar Klaksvíkar Ítróttarfelag á heimasíðu sínari í kvøld.
Dan í Soylu hevur spælt yvir 200 dystir í Betrideildini. Teir flestu við HB, sum hann hevur spælt við síðani 2018. Dan hevur eisini umboðað barndómsfelagið (B71), AB og EB/Streym.
Dan í Soylu hevur spælt við HB seinastu seks kappingarárið (Mynd: Sverri Egholm)
Við HB hevur tekniskt sterki miðvallarin vunnið tvey føroyameistaraheiti og kappingina um Løgmanssteypið tríggjar ferðir. Dan er skrásettur fyri tríggjar A-landsdystir. Tó ikki nakran undankappingardyst.
KÍ hevur fyrr í mánaðinum gjørt sáttmála við málverjan Ara í Haraldsstovu Petersen. Ungi sørvingurin og sandingurin hava tó ikki loyvi at spæla við í teimum báðum seinastu Conference League-dystunum hjá KÍ í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald