Annað

Sanna Thorkildshøj og Fai Yin Wong ársins spælarar

Og Birna Jacobsen og Tóki Yngvason Guttesen vórðu kosin ársins stjørnuskot innan badminton fyri 2023/2024.

Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF, Birna Jacobsen, ársins stjørnuskot hjá kvinnum og Sanna Thorkildshøj, ársins leikari hjá kvinnum (Mynd: BSF)

Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF, Birna Jacobsen, ársins stjørnuskot hjá kvinnum og Sanna Thorkildshøj, ársins leikari hjá kvinnum (Mynd: BSF)

2024-04-11 20:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á árligu gallaveitsluni fyri badminton, borðtennis og judo í B36-húsinum vóru ársins leikarar og ársins stjørnuskot heiðraði.

Í badminton vóru Sanna Thorkildshøj og Fai Yin Wong kosin ársins leikarar. Bæði vóru partur av oyggjaleikahópinum, sum vann gull í liðkappingini, og vóru við til, at badminton fekk besta úrslit nakrantíð.

[object Object]
Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF, og Fai Yin Wong, ársins leikari hjá monnum

[object Object]Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF, Birna Jacobsen, ársins stjørnuskot hjá kvinnum og Sanna Thorkildshøj, ársins leikari hjá kvinnum (Mynd: BSF)

Ársins stjørnuskot vóru Birna Jacobsen og Tóki Yngvason Guttesen. Tey bæði hava í ár havt framúr úrslit - bæði heima og uttanlands. Og gleða vit okkum at fylgja teimum fram á leið.

[object Object]Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF, og Toki Yngvason Guttesen, ársins stjørnuskot hjá monnum, og Birna Jacobsen, ársins stjørnuskot hjá kvinnum.

Sóljan Glaslist hevur latið vøkru heiðurslønirnar, sum vóru latnar ársins leikarum og ársins stjørnuskotum.

Sí eisini: 

Myndir: Kontrast FM 2024
Føroyameistarar í badminton funnir

Badmintonsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder