Hóast streymslitið órógvaði nakað stóra finaludagin, so at finalurnar leygardag seinnapart blivu nakað seinkaðar, vórðu allir føroyameistarar í badminton funnir eftir nakrar spennandi finalur í Høllini á Hálsi. Sum siðvenja hevur verið í nógv ár, bleiv FM finalurnar samskipaðar við judo og borðtennis.
Síðsta finalan var í einmansleiki hjá monnum, har Rúni Øster vann á Fai Yin Wong í tveimum tøttum settum 21-19, 21-18. Bronsuna vunnu Magnus Dal-Christiansen og Christian Berg Pedersen, allir úr HBF. Rúni hevur áður vunnið FM í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, men hetta er fyrstu ferð hann er føroyameistari í einmansleiki.
Finalan í einmansleiki hjá kvinnum var millum Sannu Thorkildshøj og verandi føroyameistaran Miriam í Grótinum, sum vann í tveimum settum 22-20, 21-15. Í fyrsta settið førdi Sanna allan vegin til 20-20, tá Miriam fór framum og vann. Hetta er triðja árið á rað, at Miriam vinnur FM í einmansleiki.
Í blandaðum tvímansleiki vunnu Brynhild Høgnadóttir og Fai Yin Wong á Miriam í Grótinum og Magnus Dal-Christiansen í spennandi trý-settara 21-12, 15-21 og 21-15.
Í tvímansleiki hjá kvinnum vunnu Mia og Sanna Thornikdshøj úr HBF í trimum settum á verandi føroyameistarunum Lena Maria Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF. Hjá monnum vunnu Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen úr HBF í tveimum settum á Jónas Djurhuus (HBF) og Árant á Mýruni (MBF).
Finalurnar í einmansleiki blivu vístar í sjónvarpinum hjá KVF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald