Hondbóltur

Sannførandi EM-sigur móti Polandi

Føroysku U20 dreingirnir hava framvegis møguleika at spæla seg til komandi HM-kappingina.

Óli Mittún varð kosin besti spælari hjá Føroyum í dag (Mynd: Harald Bjørgvin)

Óli Mittún varð kosin besti spælari hjá Føroyum í dag (Mynd: Harald Bjørgvin)

2022-07-13 13:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dugnaligu føroysku hondbóltsdreingirnir, sum kappast í EM kapping í Portugal, hava í dag spælt seg eitt stórt fet víðari í royndini at vera við í komandi HM-kapping fyri U21 landslið.

Hetta hendi, tá liðið í dag vann ein óvæntað lættan sigur á Polandi.

38-32 gjørdist úrslitið av dystinum eftir 19-11 í hálvleikinum. Eftir at Poland fekk eina betri byrjan, komu Føroyar framum eftir knapt eitt korter, og síðan gekk tað bara framá.

Í hálvleikinum vóru vit á odda við átta málum. Henda leiðslan helt seg gjøgnum allan annan hálvleik. Eitt skifti móti endanum av dystinum var leiðslan uppi á 10 málum. 

Móti endanum av dystinum sluppu so at siga allir føroysku marginalspælararnir at royna seg eisini, og føroyska liðið tók sær meira av løttum móti endanum, so leiðslan minkaði niður í seks stig, tá saman um kom.

Nógv tann lættasti sigurin hjá føroyska liðnum í kappingini higartil.

Føroyska liðið spældi eisini munandi betri enn móti norðmonnum í gjár. Ellefsen-systkinabørnini skaraðu enn einaferð framúr, men eisini aðrir vístu stórspæl: Hákun West av Teigum, Sveinur Olafsson og ikki minst Pauli Jacobsen í málinum.

Polendingar høvdu ongan kjans at gera nakað við føroyska liðið í dag, snøgt sagt.

Annað plássið í millumbólkinum er nú tryggjað, og tað merkir, at Føroyar í víðari kappingini skal kappast um plássini 9 til 12.

Tað er enn ein teoretiskur møguleiki fyri, at Føroyar enda á fyrsta plássi í bólkinum, men tað krevur, at Slovakia tapir móti Noregi, og tað eru lítil sannlíkidi fyri. Tann dysturin verður spældur í skrivandi stund.

Við sigrinum í dag er føroyska EM luttøkan í U20 kappingini um tvey ár tryggjað. Megnar liðið at gerast nummar 9 ella 10, er luttøkan í HM-kappingini í 2023 eisini tryggjað.

Tað kann gerast við at vinna næsta dystin, sum verður fríggjadagin móti vinnaranum av hinum millumbólkinum. Tað verður helst móti Italia, sum í løtuni spælir móti Montenegro, men kann í teoriini eisini verða Ísland, sum í dag hølvaðu Kroatia av.

Føroysku málskorararnir í dag:
Hákun West av Teigum 7
Óli Mittún 6
Sveinur Olafsson 6
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4
Janus Dam Djurhuus 3
Bogi Hansen 2
Pauli Mittún 1
Sakir T. Frýdal 1
Viktor Gaini 1
Kristoffur Bjørgvin 1
Bjarni í Selvindi 1
Baldur Gillason 1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder