Hondbóltur

Sannleikans tími hjá H71

Hoyvíkingar kunnu skriva enn eitt kapittul í evropeisku søguni í Høllini á Hálsi á kvøld, har liðið brestir saman við Maribor Branik fyri aðru ferð hetta vikuskifti..

Vilhelm Poulsen og hinir hoyvíkingarnir hava sera spennandi dyst fyri framman í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen og hinir hoyvíkingarnir hava sera spennandi dyst fyri framman í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-13 15:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið spældi H71 á fyrsta sinni í evropeiskari kapping. Avbjóðingin var RK Maribor Branik úr Slovenia, og hóast útiliðið var favorittur, so vunnu føroyameistararnir 25-24. 

Les meira um dystin her
Sí myndir her

Hóast flotta sigurin so kundu hovyikingar irða seg, tí 14 minuttir fyri leiklok var munurin heili sjey mál. Við frálíkum álopsspælið fyrstu 16 minuttirnar, har 11 mál vórðu skoraði, drógu hoyvíkingar frá slovenska liðnum, ið hevði trupult við at opna sterku verjuna hjá H71 við Peter Krogh á odda. Júst verjuparturin var sambært Vilhelmi Poulsen lykilin fríggjakvøldið, og høgri bakkurin, sum vit fingu orð á seinnapartin í gjár, vísti eisini á týdningin av áskoðarunum, ið kunnu vera við at bera H71 á mál í kvøld.

- Okkara fantastisku áskoðarar kunnu geva okkum nøkur eyka prosent

H71 hevur aftur heimavøll í kvøld, hóast talan á pappírinum er um ein útidyst. Hetta kemst av, at liðini hava avtalað at spæla báðar dystirnar á sama staði, og hoyvíkingar fingu lokka Maribor hendan vegin. Hetta kann avgjørt vera ein fyrimunur í kvøld. Tað broytir einki viðvíkjandi fyritreytunum, tá tað kemur til spurningin um, hvør kemur víðari. Um H71 skorar 25 mál ella fleiri í kvøld, so er liðið víðari til 3. umfar hóast eitt tap við einum málið. Hetta er tí, at so hava hoyvíkingar skorað fleiri mál enn Maribor "á útivølli". Javnleikur er eisini nóg mikið hjá liðnum hjá Einari Jónssyni í kvøld. Í 2011 spældi Neistin seg víðari úr 1. umfari í EHF Cup við tryggum sigri á kýpriotiskum liðið. 

[object Object]
Peter Krogh verður aftur týdningarmikill fyri H71 í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá H71 er Hilmar Leon Jakobsen framvegis avmarkaður. Vinstri bakkurin spældi sín fyrsta dyst í kappingarárinum fríggjakvøldið, og spældi samanlagt eitt stórt korter. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur stríðst við sjúku í vikuni og var ikki við fríggjakvøldið. 17-ára gamli spælskiparin er tó vorðin so birgur, at hann vandi í gjár, og at hann er í hópinum til dystin í kvøld. Hetta skrivar in.fo. Hvussu stóran leiklut Elias kann fáa er óvist. 

Fyrsta bríksl í seinna partinum av spennandi evropeisku uppgerðini verður klokkan 19. Vit eru til staðar í Høllini á Háli, har vit dagføra frá støðuni í dystinum á forsíðu okkara, hava myndir, taka samanum og fáa viðmerkingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder