Í fjør vann NSÍ steypafinaluna á KÍ, og fyri Saru Samson Lamhauge og liðið er tað ógvuliga umráðandi at aftur hava spælt seg "til Tórsvøll" – stuttligasti dystur á árinum er fyri framman í morgin:
- Tað merkir nógv fyri okkum at verða í finaluni og at hava møguleikan at endurvinna steypið. At vinna steypakappingina er skeg og ein góð staðfesting. Finalan er tann stuttligasti dysturin á árinum at spæla, har tú antin fær alt ella onki.
Sí eisini: NSÍ kann vinna fyri triðju ferð uppá fýra ár
Hetta er annað árið, at Sara er í felagnum og triðja árið á rað, at hon spælir steypafinalu (við HB í 2022). 24-ára gamli landsliðsspælarin slær fast, at NSÍ nú tíðliga í okotber er har, sum liðið vil vera: Á FM-kós og í steypafinaluni. Men hvussu ber tað til, at 2024 hevur hilnast so væl við Løkin, spyrja vit hana:
- Tað var okkara mál, áðrenn kappingin byrjaði at vera í hesari støðuni. Vit arbeiða hart til hvønn dyst og geva ikki upp líkamikið hvat - vit eru væl fyri bæði fysiskt og mentalt. Ein onnur styrki hjá okkum er, at vit hava eitt sterkt og gott samanhald og eitt ótrúliga gott venjaratoymi. Vit krevja nógv av hvørjum øðrum, tí vit vita hvussu dugnaligar allar eru. Tá ið allar levera og hava ein góðan dag er tað øgiliga ringt hjá mótstøðulignum at gera nakað. Vit spæla væl saman sum eitt lið og hava ikki tapt síðani 2. umfar. Hetta skulu vit sjálvandi taka við okkum, og bara gera akkurát tað sum vit hava gjørt higartil.
Sara Samson Lamhauge og NSÍ skulu í morgin á Tórsvøll at verja steypið, sum tær vunnu eftir longda leiktíð móti KÍ í fjør. Hetta kann gerast triðja steypagullið uppá fýra ár hjá NSÍ (Myndir: Sverri Egholm)
Sara viðurkennir beinanvegin, at Víkingur er eitt sterkt mótsstøðulið, men at NSÍ fyrst og fremst skal hugsavna seg um egið spæl.
- Vit skulu fyrst og fremst fáa okkara spæl at koyra og vinna fysisku duellurnar, serliga á miðjuni. Vit fokusera uppá okkum, hvat tað er vit skulu gera, og vit vita allar, hvat skal til fyri at vinna ein dyst. Vit hava spælt tveir javnar dystir móti Víkingi í ár og so ein har vit vóru klárt betra liðið, so vit skulu vænta ein javnan og spennandi dyst í morgin.
Sí eisini: Jensa Kannuberg Tórolvdóttir: - Finaluplássið vísir stóra menningararbeiði í felagnum
Vónandi vera nógvir áskoðarar, og kunnu teir vænta ein góðan fótbóltsdyst – okkara áskoðarar eru trúfastir, staðfestir Sara Samson Lamhauge at enda fyri Portalinum:
- Eg haldi, at áskoðarnir kunnu vænta ein dyst við góðum fótbóltsspæli, tí bæði liðini spæla góðan og skjótan fótbólt, og eru eisini fleiri góðir bóltsspælarar á báðum liðnum. Vit hava góðar áskoðarar sum eru ófør at stuðla og heppa á okkum til hvønn dyst, eins og Víkingur eisini hevur. So eg vóni at har verða nógv fólk á Tórsvølli leygarkvøldið til eina spennandi steypafinalu.
Portalurin verður til staðar til steypafinaluna í annaðkvøld, har vit hava ymiskt tilfar.
Steypafinalan hjá kvinnum 2024
Í morgin, leygardagin 5. oktober
18.30: Víkingur – NSÍ
Dómari: Andras Frederiksberg
NSÍ hevur boðað frá, at felagið eftir finaluna hevur móttøku fyri kvinnunum í Bylgjuni í Runavík - óansæð úrslit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald