Annað

Sarah Mahfoud klár til boksidyst

Á Danish Fight Night í leygarkvøldið fer hon at boksa móti Marcela Eliana Acuña.

Sarah Mahfoud og mótstøðukvinnan leygarkvøldið Marcela Eliana Acuña til innvigingina í dag

Sarah Mahfoud og mótstøðukvinnan leygarkvøldið Marcela Eliana Acuña til innvigingina í dag

2023-10-06 22:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dansk-føroyski boksarin Sarah Mahfoud fer aftur í ringin leyarkvøldið tá Danish Fight Night verður í Royal Arena.

Móstøðukvinnan hesaferð erroyndi argentinski boksarin, 46 ára gamla Marcela Eliana Acuña.

Innvigingin var í dag, har boksararnir vera vigaðir, og fáa eisini høvi at heilsa uppá hvønn annan.

Acuña verður lýst sum ein legenda innan kvinnuboksing, og tað eru tveir fyrrverandi heimsmeistarar, sum 7. oktober hittast um Silver Championship í fjøðurvekt hjá WBC-boksisamgonguni í Royal Arena á Amager.

33 ára gamla Sarah Mafoud hevur boksað 14 dystir sum professionell, harav hon hevur vunnið 13. Tríggir av dystunum hava verið HM-dystir.

[object Object]Sarah Mahfoud vigaði 56,9 kilo

Boksidysturin millum Sarah Mahfoud og Marcela Eliana Acuña er síðst á skránni í Danish Fight Night í morgin, sum byrjar klokkan 17:30 føroyska tíð.

Danish Fight Night sæst á Pluto.tv ókeypis frá klokkan 20:45 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder