Annað

Sarah Mahfoud skal boksa um IFB-heimsmeistaraheitið

Føroyski boksarin fær argentinska mótstøðu á boksistevnu í Frederiksberg Hallen 1. februar.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-11-21 13:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski nevaleikarin, Sarah Mahfoud, sum boksar sum professionell í Danmark, fær nú møguleikan at kappast um eitt altjóða HM-heiti.

1. februar verður boksistevna í Frederiksberg Hallerne, og tá skal Sarah boksa ímóti argentinaranum, Brenda Carabajal, um heimsmeistarabeltið í fjøðurvekt hjá IBF, International Boxing Federation.

Harvið fær 30 ára gamla vestmannagentan ein av sínum dreymum uppfyltan.

- Tá eg skrivaði sáttmála við boksifyriskiparan Mogens Palle, var lovað mær at fáa ein HM-dyst, og tað er nú veruleiki. Nú skal eg so prógva, at eg eri til reiðar at boksa á hesum støði. Men hetta er jú tað, eg altíð havi droymt um, og nú skal dreymurin livast, sigur ein spent Sarah Mahfoud í tíðindaskrivi.

Sum amatørur vann Sarah tað mesta, sum var at vinna, harímillum danska og norðurlendska meistaraheitið fleiri ferðir.

Síðan hon skrivaði sáttmála sum professionell hjá Mogens Palle, hevur Sarah Mahfoud boksa níggju dystir og vunnið teir allar, harav tríggjar við knock-out.

Seinast var HM-royndardysturin í Frederiksberg Hallerne 12. oktober móti Enerolisa De Leon frá Dominikanska Lýveldinum, sum Sarah vann í stigum við at vinna øll umførini.

Í tí dystinum fekk Sarah neyðugu dystarvenjingina. Nú er hon í grundvenjing fram móti stóra HM-brakinum móti Brendu Carabajal.

- Nú skal eg bara venja enn meira og harðari. Tað eru fleiri økir, sum eg skal arbeiða við, men eg kann klára meg móti øllum sløgum av boksarum. Óansæð hvør kemur móti mær, so havi eg eina ætlan fyri, hvussu uppgávan skal loysast. Eg dugi at lesa mína mótstøðu og tillaga meg, um tørvur er á tí, sigur Sarah Mahfoud.

Vinnur Sarah Mahfoud IBF-heimsmeistaraheitið 1. februar er tað ikki bert søguligt fyri Sarah sjálva. Eisini fyri danska professionella boksing.

Heilt nógvir danskir mannligir boksarar hava verið í HM-dysti um IBF-beltið, men ongin hevur megnað at vunnið. Millum teir, ið hava roynt, eru Gert Bo Jacobsen, Mads Larsen, Rudy Markussen og Dennis Holbæk Pedersen.

Vinnur Sarah Mahfoud gerst hon sostatt fyrsti danski boksari við IBF-heimsmeistarabelti.

Mótstøðukvinnan, Brenda Carajabal er 25 ár og úr Argentina. Hon gjørdist heimsmeistari í fjøðurvekt hjá IBF í apríl í ár við at vinna á Elena Gradinar úr Russlandi í einum dysti, sum varð boksaður í Atlantic City í USA.

[object Object]
Brenda Carajabal við IBF-heimsmeistarabeltinum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder