Fyri fyrstu ferð í søguni skal ein danskur yrkisboksari hjá kvinnum stríðast um eitt stórt HM-belti í USA. Hetta váttar Bettina Palle frá Danish Fight Night.
Sarah Mahfoud er hálvur føroyingur, ið boksar undir Dannebrog. Hon hevur vunnið 14 av sínum 15 dystum á yrkisleiðini, og hevur verið heimsmeistari í fjøðurvekt. Hesum fer Sarah aftur eftir í Las Vegas.
- Eg eri so fegin um, at tað endliga er almannakunngjørt. Eg havi vitað tað í eina tíð og havi gingið og glett meg til at fortelja tað fyri øllum. Tað er so stórt at sleppa til Las Vegas: At boksa í tí býnum, sum er eitt slag av "mekka" fyri boksing. Tað verður risastórt, og skal hava hatta heitið við heim, sum eg eri so svang eftir. Eg havi vant so hart fyri at koma her, eftir at eg misti mítt heimsmeistaraheitið móti Amandu Serrano. Eg vil gjarna rópa meg heimsmeistara aftur og ikki fyrrverandi heimsmeistara, sigur Sarah Mahfoud.
Sarah Mahfoud gjørdist IBF-verdensmester í 2020, tá hon vann á argentinsku
Brenda Karen Carabajel. Føryskt-danski nevaleikarin vardi tað væl móti Ninu Meinke, áðrenn hon í september 2022 tapti fyri heimsstjørnuni Serrano í Manchester Arena.
manda Serrano var sterkari enn Sarah í september 2022, tá tær hittust í Stórabretlandi
Sarah Mahfoud á móttøku í Vestmanna, stutt eftir at hon vann HM-heiti
Hetta er einasti yrkisdystur, sum Sarah hevur tapt, og nú snýr tað seg um eit WNC-heiti. World Boxing Council er ein av teimum stóru felagsskapinum innan nevaleik. Sarah Mahfoud fegnast um, at hon hevur strítt seg hartil, at hon kann skriva søgu. Hetta er hon farin "all-inn" uppá saman við Bettinu Palle, promatari.
Stríðið um fjøðurvekst-heiti 6.apríl skal standa á Fontainebleau-gistingarhúsinum - við kasino sjálvandi - á "The strip" í Las Vegas. Dysturin er móti Skye Nicolson, sum var við til OL í 2021 og síðani hevur verið yrksboksari. Avstralska kvinnan hevur ikki
Kelda: Danish Fight Night
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald