Fótbóltur

Sarita og Sólja styrkja kvinnuliðið hjá Skála

Nýggir leikarar til Betri-Kvinnur hjá Skála Ítróttafelag.

Sarita Petersen og Sólja Vinjardsdóttir Johansen saman við venjarunum Vinjard Johansen og Per Mikkelsen

Sarita Petersen og Sólja Vinjardsdóttir Johansen saman við venjarunum Vinjard Johansen og Per Mikkelsen

2025-03-04 08:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skála Ítróttafelag fegnast um, at tær báðar, Sólja Vinjardsdóttir Johansen og Sarita Petersen, nú eru lagdar afturat kvinnuhópinum á Skála, júst sum landskappingin byrjar um tvær vikur.

Sólja Vinjardsdóttir Johansen

Sólja er 18 ára gomul, og hevur spælt 32 dystir í Betri Deildini og tveir dystir í UEFA Women’s Champions League. Sólja hevur eisini umboðað øll ungdómslandsliðini hjá Føroyum. Seinasta árið hevur hon spælt við Betri-kvinnum hjá KÍ, men er uppvaksin í NSÍ, har hon eisini spældi við besta liðinum.

Sólja er ein leikari, ið kann spæla á fleiri plássum á vøllinum, men spælur mest á bakkinum og hon kemur uttan iva at styrkja liðið hjá Skála.

Sarita Petersen

Sarita er 20 ára gomul, og hevur drúgvar royndir við 81 dystum í Betri Deildini. Hon hevur eisini umboðað bæði ungdómslandsliðini og A-landsliðið hjá Føroyum. Flestu árini hevur hon spælt við EBS/Skála, men hon er uppvaksin hjá EB-Streymi.

Umframt fótbóltin er Sarita eisini ein royndur hondbóltsspælari, har hon hevur leikt út ímóti 80 dystir í bestu hondbóltsdeildini við EB. Hon spælir vanliga í verjuni og kemur at styrkja um liðið við sínum royndum og førleikum.

- Vit hava nógvar evnaríkar ungar leikarar á liðinum, og við hesum báðum royndu leikarum afturat, fáa vit eitt breiðari og sterkari lið. Hetta fegnast vit um og eru sera spent upp á kappingina, siga Vinjard Johansen, Per Mikkelsen og Súni, sum varða av besta kvinnuliðinum hjá felagnum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder