Fótbóltur

Sarri nýggjur venjari hjá Juventus

Italski venjarin var bert eitt ár í Chelsea.

2019-06-17 11:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Maurizio Sarri verður nýggi høvuðsvenjarin hjá italska stórfelagnum Juventus. Tað er greitt eftir at heimasíðan hjá Chelsea í gjár boðaði frá, at venjarin er loystur úr sínum sáttmála.

Chelsea boðaði frá at feløgini bæði gjørdist samd um einum leisti at loysa venjaran úr sínum sáttmála við enska felagið. Sarri hevði tvey ár eftir av sáttmálanum hann skrivaði undir, tá hann kom til felagið í fjørsummar.

Sarri leiddi Chelsea til triðja plássið í Premier League umframt at felagið vann Europa League.

Seinasta árið var fyrstu ferð at Sarri stóð á odda fyri einum felagið uttanfyri Italia, og hann hevur sagt at honum longdist heim til Italia.

Sarri tekur yvir Juventus eftir Massimiliano Allegri, sum stóð á odda fyri Gomlu Damuni í fimm ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder