Hondbóltur

Sasha varð dagsins spælari í søguliga sigrinum

Føroyski málverjin hevði heili 15 bjargingar móti Slovenia. Hann varð heiðraður og ein av mongum, sum veruliga avrikaði. Ísak Vedelsbøl gjørdist toppskjútti við tíggju málum, og Høgni Heinason hevði flestu upplegg - átta.

Aleksandar Sasha Lacok spældi í gjár sín besta dyst í endaspælinum (Mynd: IHF/Kolektiff)

Aleksandar Sasha Lacok spældi í gjár sín besta dyst í endaspælinum (Mynd: IHF/Kolektiff)

2025-06-27 10:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Føroyingar vístu aftur styrki sum eind og sum einstakllingar í gjárkvøldið.

Dagsins spælari í HM-fjórðingsfinaluni gjørdist Aleksandar Sasha Lacok. Tað sást frá byrjan, at málverjin var í gongd við ein góðan dyst.

Serliga í fyrra hálvleiki var Sasha ein múrur við níggju bjargingum. Hetta var uppá 19 skot, meðan hann var inni í málinum - í eina førinum var Torstein Sivertsen inni til brotskast, og tvær ferðir av teimum 13, Slovenia skoraði fyri steðgin, var í tómt mál. Harvið stóð Sasha í roynd og veru við bjargingarprosent á 47 í fyrra hálvleiki.

Slovenar skoraðu títtari í 2. hálvleiki, men A-landsliðsmálverjin varð skrásettur fyri seks bjargingar: Summar teirra vóru stórar og komu í ógvuliga týðandi løtum. Harvið samanlagt 15 bjargingar og yvir 35 í prosentum, tá Sasha var í málinum.

[object Object]
Føroysku spælararnir í ovfarakæti. Eyðbjørn Heini Danielsen sæst her leypa á Aleksandar Sasha Lacok, sum løtu seinni fekk heiðurin sum dagsins spælari (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini fleiri myndir her: Frálíki føroyski fjórðingsfinalusigurin í Sosnowiec

Ísak Vedelsbøl kom veruliga í gongd við at skora mál í løtuni fyri steðgin, tá føroyingar fóru frá slovenum. Hetta við bæði brotskøstum og strikumálum.

Føroyski liðformaðurin tók yvir frá sjey metrum, tá Óli Mittún brendi fyrsta brotskastið. Ísak skoraði síðani fimm av seks við tí og annars fimm góð strikumál. Harvið samanlagt tíggju mál - hann tók ábyrgd.

Hoyr Ísak greiða frá millum annað brotskøstunum HER

[object Object]
Ísak Vedelsbøl stórfegnast her eftir 35-33 sigurin á Slovenia (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún var við í tí mesta í føroyska álopspartinum fyri stegðin, og nummar 78 fekk eisini seks mál og sjey upplegg í gjár. Aðrir tóku eisini ábyrgd tíðliga: Millum annað skoraði hoyvíkingurin Høgni Højsted trý góð mál av bakkinum, og Sofus í Selvindi Nattestad var púra tryggur, tá vinstri vongurin fekk tveir møguleikar av vinstra vongi.

Frá byrjan í 2. hálvleiki mansvardi Slovenia Óla Mittún. Síðani spældu Føroyar skiftandi fimm móti fimm og fimm móti seks, har Høgni Heinason og Trúgvi Hávardsson tóku stóra ábyrgd.

Høgni gjørdist ársins spælari í Burn-deildini júst farna kappingarár, og hann spældi í gjár sín besta HM-dyst higartil. Høgni tók eina rúgvu av nærdystum og avgerðum. Hann skoraði fýra mál og legði upp til flest av øllum - átta.

Tá Høgni Heinason ikki avgreiddi tingini mitt fyri, var tað Trúgvi. Kviki spælskiparin av Strondum gav slovenum trupulleikar. Hann hevði millum annað trý skot - og trý mál.

[object Object]
Høgni Heinason hevur slitið seg leysan og skorar (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Teir fóru illa við Trúgva Hávardsson í summum førum - nummar 45 vann millum annað nøkur brotskøst fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Niklas Gaard fekk bert eitt skot í fyrra hálvleiki. Hetta brendi høgri vongurin, men í 2. hálvleiki var Niklas ísakaldur. Hann skeyt fimm ferðir og skoraði eisini fimm ferðir. Ofta hekk Niklas væl og legði bert bóltin framvið slovenska málverjanum.

[object Object]
Ein púra róligur Niklas Gaard í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er týðiligt, at føroyingar hava hugt væl eftir video, og tað skulu teir aftur í dag. Tað eru ikki nógvir tímar til næsta stóra og søguliga dystin í Pólland: Hann eitur Portugal í hálvfinaluni. Dysturin byrjar klokkan 20 í kvøld, føroyska tíð.

-----------------------------------------

U21 HM-fjórðingsfinalur
Í gjár, hósdagin 26. juni
Føroyar - Slovenia 35-33 (19-13)

Dystargongdin í søguligu fjórðingsfinaluni
5 min: 2-2
10 min: 5-4
15 min: 8-8
20 min: 11-10
25 min: 14-11
30 min: 19-13
35 min: 21-17
40 min: 23-20
45 min: 26-22
50 min: 31-26
55 min: 33-29
60 min: 35-33

Føroysku málskjúttarnir:
Ísak Vedelsbøl: 10 (5)
Óli Mittún: 6
Niklas Gaard: 5
Høgni Heinason: 4  - flest upplegg: 8
Høgni Højsted: 3
Trúgvi Hávardsson: 3
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Rókur Ziskason: 2

Bjargingar:
Aleksandar Sasha Lacok 15 - almenna bjargingarprosentið var 33

-----------------------------------------------------------

U21 HM-hálvfinalur
Í dag, fríggjadagin 27. juni

20.00: Danmark - Svøríki (Katowice)

20.00: Føroyar - Portugal (Sosnowiec)

Dysturin kann stroymast her.

Portalurin verður sum vant á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum

Móti endanum av dystinum í gjár var tað Rókur Ziskason, sum tók ábyrgd og stongdi hurðina fyri Slovenia - saman við Sasha. Sí meira um tað her:

Sí eisini: Rókur: Eg fekk tíbetur rættað mistakið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder