
Sosnowiec, Pólland (Portalurin): - Vit vilja meira. Høvdu vit fingið HM-heiðursmerki, hevði tað verið svakliga stórt.
Hetta staðfesti føroyski liðformaðurin eftir søguliga HM-fjórðingsfinaluna móti Slovenia hóskvødlið
Sí eisini: Seta av álvara Føroyar á hondbólts-heimskortið - vilja tó meira
Sí eisini: Minsta landið í topp-fýra: Føroyar hava tikið plássið hjá Íslandi
Ísak Vedelsbøl og hinir hava ikki langa tíð at fegnast um 35-33 sigurin. Føroyar skulu spæla HM-hálvfinalu fríggjadagin 27. juni klokkan 20, føroyska tíð.
Tað vil siga í kvøld.
Spælararnir fingu eitt ísbað og eitt sandwich eftir dystin. Síðani lótu teir telefonina inn, og frá nú er tað hvíld og taktisk fyrireiking til dystin móti Portugal.
Portugal hevur vunnið allar sínar dystir í endaspælinum. Hóskvøldið sló liðið, sum í fjør endaði við silvuri í U20 EM, Egyptaland út í fjórðingsfinaluni. Liðið hevur millum annað ein ógvuliga sterkan málverja, Rema Marques, sum er komin á A-landsliðið.
U21 HM-hálvfinalur
Í dag, fríggjadagin 27. juni
20.00: Danmark - Svøríki (Katowice)
20.00: Føroyar - Portugal (Sosnowiec)
Portalurin verður sum vant á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum
Ikki so galin sjón (Mynd: IHF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald