Triðja finalan í stríðnum millum Sävehof og Kristianstad um svenska meistaraheitið varð leikt í kvøld.
Spælt verður best av fimm, og undan dystinum høvdu liðini vunnu hvør sína finalu. Men í kvøld var tað Kristianstad sum vann eftir longda leiktíð, og sostatt er nú trýst á Óla Mittún, Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinum í Sävehof.
Kristianstad var á odda við tveimum málum tá farið varð til hálvleik, men tá 60 minuttir vóru leiktir stóð á jøvnum 28-28. Í longdu leiktíðini var tað Kristianstad sum dróg longra stráðið, og kann við sigri í fjórðu finaluni tryggja sær meistaraheitið.
Sävehof spældi í kvøld uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu. Hann mátti av vølli eftir ein stoyt í høvdið í einari takling í aðru finaluni mánadagin.
Leygardagin verður fjórða og møguliga seinasta FM-finalan. Tá verður leikt á heimavøllinum hjá Sävehof í Partille uttan fyri Göteborg.
Kristianstad - Sävehof 33-31 eftir longda leiktíð (28-28)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald