
Tað líktist nøkrum, sum man hevur sæð nakrar ferðir áður í hesum kappingarárinum. Uttan at heilt spenna seg heilt út men við stórum hegni hevði Liverpool lagt seg á odda og var á sigurskós.
Eftir heldur tilvildarliga støðu í 73. minutti, hevði Mohamed Salah fingið fatur á bóltininum til høgru í brotsteiginum. Egypin vísti aftur sín effektivitet og við høgra beininum skoraði Premier League-toppskjúttin til 2-1 við sínum 22. landskappingarmáli.
Mohammed Salah hevur aftur skorað og er harvið við at spilla Everton-veitsluna á Goodison Park (Mynd: EPA)
Liverpool sá út til at hava tamarhald á og stíla beint móti einari leiðslu á níggju stig í oddastríðnum, har bert Arsenal hongur eitt sindur í liðnum hjá Arna Slot. Everton sá út til at hava mist luftina nakað. Liðið hjá David Moyes legði seg annars á odda við snildum frísparki.
Hetta var seinasti heimadystur móti grannunum og arvafíggindanum á Goodison Park. Og teir í bláum syrgdu at enda fyri, at áskoðararnir fingu nakað at veruliga minnast.
Langt inni í yvirtíðini kom ein høgur bóltur inn í Liverpool-brotsteigin. Hann sprakk frammanfyri James Tarkowski, og drúgvi miðverjin, sum var komin fram við, smekkaði til.
Bólturin brast í meskarnar, og fluktarin til 2-2 fekk alt upp at flákra. Áskoðarar komu leypandi inn á tað grøna, og tað var bæði vakurt á ein hátt, men eisini minni gott at nakrir heimaáskoðarar fóru yvir móti Liverpool-spælarum.
Everton-liðformaðurin setti eitt flott punktum fyri longu grannasøguni á Goodison - hana eru tey á "reyðu hálvuni" tó ikki so glað um í kvøld (Myndir: EPA)
Vaktirnir høvdu úr at gera. Tað legði seg, men ta dramatiska helt fram. Fyrst var long VAR-kanning fyri at finna útav, um tað var rangstøða í støðuni áðrenn. Tað var tað næstan - síðani var hugt eftir møguligum frísparki. Tá Micheal Oliver síðani peikaði á miðjuna, og nøkur sekund seinni bríkslaði av, byrjaði nýggjur fagnaður millum tey flestu á leikvøllinum frá 1892.
Abdoulaye Doucouré valdi at fara yvir móti Liverpool-fjepparum at fegnast - og háða eitt sindur. Hetta fall ikki í góða jørð hja øllum. Serliga ikki hjá Curtis Jones, sum er føddur í Liverpool og uppvaksin í Liverpool F.C. Hann fór eftir miðvallaranum hjá Everton, og so varð stórt rok. Tað endaði við einum reyðum korti hvør, og vísti dómarin Micheal Oliver eisini Liverpool-venjaranum reyða kortið. Arne Slot hevði víst sína ónøgd við orðum eftir dystarlok.
Eitt ordans rok við Doucoure og Jones í miðdeplinum - grannadystir eru nakað serstakt (Myndir: EPA)
Dramatiskt á Merseyside. Eitt stig hvør og tað eru teir bláklæddu á 15. plássi væl glaðari fyri. Eftir FA Cup-tapið fyri Plymouth sunnudagin var hetta enn ein lítil smeitur, men Liverpool er tó framvegis greitt oddalið. Talan var um útsettan dyst - sjey stig eru niður til skaðadarvaða Arsenal-liðið, nú 14 umfør resta í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald