Vanliga verður seinasta umfar í Betri deildini við monnum leikt leygardag, og onkur av feløgunum hava ársveitslu um kvøldi.
Men soleiðis verður ikki í ár. Tí avgerð er nú tikin um, at allir dystirnir í 27. umfari verða leiktir sunnudagin 29. oktober.
Orsøkin er, at KÍ spælir dyst í Conference League-bólkaspælinum á Tórsvølli hóskvøldið.
Alir dystirnir sunnudagin eru ásettir at byrja klokkan 15.
27. umfar (sunnudagin 29. oktober)
KÍ - Víkingur (15:00)
EB/Streymur - HB (15:00)
ÍF - B68 (15:00)
AB - B36 (15:00)
TB - 07 Vestur (15:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald