Fótbóltur

Seinna hálva byrjar við oddadysti

HB vitjar í Klaksvík í kvøld. Bæði liðini jagstra ÍF/VÍK/B68, ið hevur frí í kvøld.

KÍ og HB bresta saman í fyrsta umfari eftir summarsteðgin - Mynd: Sverri Egholm

KÍ og HB bresta saman í fyrsta umfari eftir summarsteðgin - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-25 13:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stórur spenningur í Betrideildini hjá kvinnum, nú seinna hálva fer í gongd. Sjey umfør resta í, og trý lið stríðast um meistaraheiti: 

 
1
 
11
7
3
1
23
8
+15
24
2
10
7
1
2
18
7
+11
22
3
10
6
1
3
39
8
+31
19
4
 
11
2
0
9
7
33
-26
6
5
 
10
1
1
8
5
36
-31
4

KÍ kann leggja seg á odda við sigri í kvøld, men nakað meira trýst er á HB, ið helst skal vinna, og undir ongum umstøðum skal tapa dystin, um liðið skal vera væl við í FM-stríðnum. KÍ og HB hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst í ár: HB vann fyrst í Klaksvík, men tveir mánaðir seinni svaraðu klaksvíkskvinnur aftur í Gundadali.

Lagt er upp til ein sera spennandi dyst við Djúpumýru, har nógv er uppá spæl. Tað er tó óheppið, at dysturin liggur samstundis sum Europa League-dysturin hjá mansliðnum hjá KÍ.

Í Gundadali eru greipuvinnararnir á vitjan, og EBS/Skála er styrknað nakað, sum kappingarárið er liðið. Í dag hevur liðið møguleikan av koma av aftasta plássinum. B36 byrjaði árið væl og vann millum annað á HB. Síðani hevur tað gingið nakað verri, men B36 er framvegis væl við í teimum flestu dystunum. 

14. umfar: 

Tórshavn
18:00
Klaksvík
19:15

(Talvur: FaroeSoccer) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder