Annað

Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki

Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki verður í Runavík í morgin. 13 lið eru tilmeldaði og byrjað verður klokkan 13.

(Mynd: Jón K. Joensen)

(Mynd: Jón K. Joensen)

2022-03-04 18:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin verður seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

13 lið eru tilmeldaði  kappingina. Tey eru úr Fimleikafelagnum Støkk, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum, Klaksvíkar Fimleikafelag og eitt felagslið hjá Fimleikasambandinum.

Kappingin byrjar klokkan 13.

Dyrnar lata upp 30 minuttir áðrenn kappingin byrjar. Kappingin verður eisini stroymd, og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder