Annað

Seks boksarar á stevnu í Danmark

Trý skulu royna seg á allar fyrsta sinni og tveir skulu boksa sín fyrsta veruliga dyst.

David Kunoy skal boksa sín 19. dyst leygarkvøldið. Tað verður í Nykøbing á Sælandi

David Kunoy skal boksa sín 19. dyst leygarkvøldið. Tað verður í Nykøbing á Sælandi

2024-02-21 20:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin verða ikki færri enn seks nevaleikarar frá Tórshavn Boksing við á stevnu í Danmark. Talan er um tríggjar byrjarar, sum skulu boksa sokallaðar diplomdystir og so tríggir, sum skulu boksa rættiligan dyst, harav tveir skulu royna seg á fyrsta sinni í rættiligum dysti.

Talan er um eina boksistevnu, sum verður hildin í býnum Nykøbing á Sælandi.

Tey trý, sum skulu boksa diplomdystir eru Marjun Slættanes, Kristina Hayfield og Bjørn Sinclear.  Teirra dystir verða fyrrapartin leygardagin.

Hinir tríggir boksararnir, Karstin Ljósstein, Aksel Jacobsen og David Kunoy, skulu boksa um kvøldið. Karstin og Aksel skulu royna seg fyri fyrstu ferð í veruligum dysti, meðan David skal boksa sín 19. dyst.

David skal boksa móti einum boksara frá Nykøbing á Falster, sum eitur Magnus Jensen. Tá teir boksaðu móti hvørjum øðrum fyri tveimum árum síðani, tapti David. Tað var í finaluni um sælendska meistaraheitið.

Rokna verður við einum hørðum dysti teirra millum leygarkvøldið, tí báðir eru teir í góðum besta formi, skrivar Tórshavn Boksing. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder