Leygarmorgunin 24. oktobur fór ungdómslandsliðið í badminton til Finnlands í samband við EM. Hetta er kapping fyri U19 leikarar, føddir í 2002 ella seinni. 19 lið er við í kappingini, sum verður fyriskipað annaðhvørt ár.
EM verður hildið í býnum Lahti. Har er ein “badmintonbobla” gjørd, har allir luttakarar gista á Pajulahti Sports Institute. Badmintonssamband Føroya skrivar, at tað liggur í einum sera náttúruvøkrum øki framvið einum vatni. Luttakararnir hava møguleika at njóta vælumtókta siðin í Finnlandi, at hoppa í kalt vatn og síðani fara í sauna. Somuleiðis eru góðir venjingarmøguleikar við fleiri hallum, og føroyska landsliðið hevur seinastu dagarnar vant væl, og leikarnir eru spentir til hesa stóru avbjóðing, hóast mótstøðan verður hørð.
Tað eru Danmark, Týskland og vertstjóðin Finnland, sum Føroyar skulu spæla ímóti í bólkaspælinum. Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki fara víðari til fjórðingsfinalurnar. Danmark er styrkismett sum nummar eitt í allari kappingini, og Føroyar leggja út við at spæla ímóti dønum klokkan 17 í morgin, hósdagin 29. oktober. Týskland, ið eisini er eitt av teimum átta liðunum í kappingini, sum er strykismett bíðar fríggjadagin klokkan 17, áðrenn Finnland er á skránni í vikuskiftinum. Hetta er fyrsta stóra evropeiska badmintontiltakið eftir korona.
Tey við á føroyska landsliðnum eru Lena Maria Joensen Bjarnhild í Buð Justinussen, Hans Elttør, Miriam í Grótinum, Rúni Øster og Hákun Thorkildshøj Sigvardsen. Trý tey fyrstnevndu eru úr Klaksvíkar Badmintonfelag (KBF) - tey síðstnevndu eru úr Havnar Badmintonfelag (HBF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald