Tað vóru helst ikki nógv, ið væntaðu at síggja seks mál í Gundadali í gjárkvøldið, tá HB og KÍ spældu sera týðandi dyst í oddastríðnum. Føroyameistararnir skuldu ikki lata HB vinna sín áttanda sigur í rað - um tað hevði hent, hevði KÍ havt átta stig upp til oddaliðið, ið fyriuttan á NSÍ á útivølli í komandi umfari, hevur eina góða dystarskrá komandi tíðina.
Myndir frá dystinum
HB legði sera væl út, tí longu eftir fimm minuttir skoraði Daniel Johansen við beinleiðis frísparki úr sera spískum vinkli. Ársins málverji í fjør, Kristian Joensen, megnaði ikki at halda skotinum frá vinstra bakkinum úti, og so var 1-0.
Tað tók eina løtu hjá KÍ at av álvara fóta sær, men í seinnu hálvu av 1. hálvleiki var útiliðið greitt betri. Spælið fór at flóta væl, afturvendi Deni Pavlovic sá gott út á sentrala miðvøllinum, bakkarnir komu væl fram við og stóri og sterki Ole Erik Midtskogen var ein góð spælstøð. Eftir eitt trýst í nakrar minuttir fekk Kí hornaeftir 27 minuttir. Jóannes Bjartalíð legði bóltin hart til fremra øki, har Jóannes Kalsø Danielsen hegnisliga beindi bóltin í málið. Hetta var annar dystur á rað, at ársins verjuleikari skoraði, og høgdi bakkurin spældi ein sera góðan dyst - serliga í tí álopskenda spælinum.
Jóannes Kalsø Danielsen stófegnast eftir 1-1 málið, ið 22-ára gamli bakkurin átti seinasta fótin á (Mynd: Sverri Egholm)
Tað varð ikki so, at dysturin nú "legði seg" eitt sindur. KÍ hevði undan málinum havt ein stóran møguleika, men Teitur Gestsson bjargaði royndini frá Jonn Johannessen. Tveir minuttir eftir málið varð HB-verjan og Teitur útspæld. Jákup B. Andreasen sendi Midtskogen avstað. Hann rann frá og helt 16-ára gamla Samuel Johansen Chukwudi, ið annars hevði fleiri góðar atgerðir í miðverjuni, burtur, lyfti høvdið og legði hann sera væl uppá tøvrs til Patrik Johannessen, ið róliga setti bóltin niður í málhorn við vinstra beinunum.
Ole Erik Midtskogen vísti aftur í kvøld styrki á ymsan hátt, men norðmaðurin manglar málini. Samuel Chukwudi fekk av álvara roynt seg, og hóast serliga Midtskogen gav talentinum trupulleikar, so fekk tann 16-ára gamli víst nakrar góðar taktir (Mynd: Sverri Egholm)
Teir í KÍ-leguni kundi veruliga fegnast hesa løtuna (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Patrik: Uppá tíðina at eg skoraði
HB-liðið tyktist eitt ella tvey fet aftanfyri hesa løtuna, og KÍ vann so at siga allar leysu endarnar. Spælið var ferðmikið og málsøkið og við góðsku, og seks minuttir eftir, at støðan var 1-0 burdi hon verið 1-3. Midtskogen og Kalsø Danielsen spældu saman og so varð Jonn sendur avstað. Hann trekti inn í brotsteigin og gjørdi seg so at siga til reiðar at skjóta, tá Bartal Wardum koyrdi hann um koll. Sætta brotssparkið til KÍ í ár, gult kort til Bartal og so skuldi toppskjúttin royna at so at siga steingja hurðina fyri HB. Teitur Gestsson vildi tað tó øðrvísi. Liðformaðurin las Bjartalíð av, og syrgdi fyri at 10'arin hjá KÍ misnýtti sítt annað brotsspark í vaksnamannadeildini.
Bjartalíð kom fram til eina góða roynd áðrenn hálvleik, eftir at Ísak Simonsen hevði lagt inni úr vinstru, Jonn burdi skorað, tá Kalsø Danielsen rann væl afturum verjuna og legði væl útfrá, og René Shaki Joensen fekk ein góðan møguleika fyri HB.
René hevði tvær góðar málroyndir men noyddist út nakað dyri mállok (Mynd: Sverri Egholm)
Fjórða málið í dystinum kom tíggju minuttir inn í 2. hálvleik. Hetta var ímóti leikgongdini, hóast HB hevði bóltin meira fyrstu løtuna eftir steðgin. Tað var innskifti Jógvan Rói Davidsen, sum í sínum 201 dysti í Betrideildini skoraði sítt fjórða mál. Høgri bakkurin rakti bóltin væl, tá hann kom útfrá, eftir at Jesper Brinck hevði stútað hann út úr brotsteignum. Bòlturin fór heilt í longra málhorn - millum beinini á Ísaki og undir armin á Kristiani.
Sí eisini: Jógvan Rói: Deiligt at vera við aftur
KÍ svaraði tó skjótt og væl aftur. Patrik sendi Bjartalíð avstað í vinstru, hann legði væl innfyri, har 18-ára gamli Jonn Johannessen rann væl inn í vandamikla økið, kastaði seg fram og legði KÍ á odda aftur. Verjuspælið var ikki tað besta, men næstan beint eftir hetta tók HB yvir. Odmar Færø noyddist út fyri KÍ, og hetta tyktist at ávirka nakað hjá útiliðnum, ið als ikki fekk trýst HB á sama hátt sum eina góða løtu fyri steðgin. Pætur Petersen hevði nakrar góðar atgerðir, Brinck bjargaði einari roynd frá Mathias Nygaard á strikuni, og oddaliðið byrjaði at flyta bóltin betri og koma longri niðan á KÍ-hálvuna.
15 minuttir eftir 3-2 málið tók HB eitt skjótt horna, Daniel royndi seg av brotsteigarmarkinum, bólturin rakti stongina og fór síðani í ryggin í Patrik og í mál. Hetta var mál nummar seks í undirhaldandi dystinum, har bæði liðini høvdu støður, ið kundu verið avgerðin: René stútaði bóltin beint framvið stutt aftaná málið, nøkur innlegg góvu KÍ ávísar trupulleikar, og í hinum enda vóru skotroyndir hjá Midtskogen og innskifta Páll Klettskarð mitt í brotsteignum blokeraðar.
Mongu áskoðararnir í báðum skýlunum kundu fegnast um trý mál hvør og fingu nógv undirhald (Myndir: Sverri Egholm)
Á HB-liðnum, sum spældi ein væl betri 2. hálvleik, enn 1. hálvleik, tóktist nøgdsemi at vera við støðuna, og eftir seiansta bríksl varð greitt, hvør var meira nøgdir - hóast HB ikki hevur fult stigatal meira. Dysturin varð leiktur við høgum inntensiteti og nógvar álopskendari góðsku til tíðir, og yvirskotið tyktiskt at mangla móti endanum; eisini hjá KÍ-liðnum ið annars tóktist minni troytt enn HB-liðið, ið hevur koyrt við minni breidd í tøttu dystarskránni (týski hjálparvenjarin Kevin Schindler kom á vøll fyri René Shaki í gjárkvøldið). Talan var samanumtikið um ein frálíkan fótbóltsdyst, har undirhaldið og spenningurin var í topp. Talan gjørdist um deja-vu í topp-fýra, og úrsltini í 8. umfari hóskaðu helst best hjá HB, ið framvegis er ósigrað. KÍ manglar framvegis at fáa tað at koppa til sín í heilt stóru dystunum.
8. umfar í Betrideildini
Týsdagin 17.06
HB - KÍ (3-3)
8' Daniel Johansen 0-1
28' Jóannes Kalsø Danielsen (Jóannes Bjartalíð) 1-1
30' Patrik Johannesen (Ole Erik Midtskogen) 1-2
56' Jógvan Rói Davidsen 2-2
58' Jonn Johannessen (Jóannes Bjartalíð) 2-3
73' Sjálvmál (Daniel Johansen) 3-3
HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr(54' Jógvan Rói Davidsen), Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen - Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch, Dan í Soylu, René Shaki Joensen (84' Kevin Schindler) - Pætur Petersen, Øssur Dalbúð
Venjari: Jens Berthel Askou
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (57' Alessio Hyseni), Jesper Brinck, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen (L,) Patrik Johannesen (76' Páll Andrasson Klettskarð) - Jonn Johannessen (62' Boris Dosljak), Ole Erik Midtskogen
Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomasen
Myndir: HB - KÍ
Jógvan Rói: - Deiligt at vera við aftur
Patrik: Uppá tíðina at eg skoraði
Víkingur - ÍF (1-2)
59' Gundur Ellingsgaard Petersen (Uros Stojanov) 0-1
73' Uros Stojanov (Filip Djordjevic) 0-2
80' Finnur Justinussen (Gunnar Vatnhamar) 1-2
ÍF sigraði í Sarpugerði
Myndir: Víkingur- ÍF
Skála - TB 0-2 (0-0)
60' Ndende Adama Gueye (John Villi Leo) 0-1
90 (+1)' Poul Ingason (br.)
Myndir: Skála - TB
Skála er nú fýra stig frá strikuni
Týsdagin 16.06
B36 - NSÍ 1-1 (1-0)
3' Sebastian Pingel (Árni Frederiksberg) 1-0
67' Petur Knudsen (Jann Benjaminsen) 1-1
B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze - Erlendur Magnusson, Andrias Høgnason Eriksen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard (80' Benjamin Heinesen) - Eli Falkvard Nielsen, Stefan Radosavljevic (85' Brian Jakobsen) - Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel
Venjari: Jákup á Borg
NSÍ (5-3-2/3-5-2): Tórður Thomsen - Bárður Jógvansson Hansen (61' Pætur Hentze), Jóhan Troest Davidsen, Oddur Árnasson Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Julin Benjaminsen - Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Búi Egilsson (40' Aron Knudsen) - Petur Knudsen (90' Steffan Ábrahamsson Løkin)
Venjari: Glenn Ståhl
Myndir: B36 - NSÍ
Pingel: Hetta var tjóvarí
Petur Knudsen: Nøgdir við eitt stig
B36 megnaði ikki at gagnnýta málmøguleikarnar
AB - EB/Streymur 1-1 (1-0)
39' Janus Svabo Samuelsen 1-0
90' Niklas Kruse (Gutti Dahl-Olsen) 1-1
Myndir: AB - EB/Streymur
Støðan:
1. HB (22 stig)
2. NSÍ (17 stig)
3. KÍ (17 stig)
4. B36 (16 stig)
6. ÍF (13 stig)
5. Víkingur (11 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
9. TB (5 stig)
8. AB (3 stig)
10. Skála (1 stig)
Komandi umfar - 9.umfar:
Sunnudagin 21. juni:
(15.00): TB - AB
KÍ - Skála
ÍF - B36
(17.00): EB/Streymur - Víkingur
Mánadagin 22. juni:
(20.00): NSÍ - HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald