Hondbóltur

Hálvfinalur í Stokkhólmi í kvøld

Noreg skal royna at vinna seg í eina finalu annað árið á rað, og um alt gongur sum væntað, hittir liðið hjá Christian Berge sponsku evropameistararnir í finaluni.

Noreg og Slovenia fingu spart leikarar í dystinum mikukvøldið - nú er eitt finalupláss uppá spæl hjá báðum liðunum (Mynd: EPA)

Noreg og Slovenia fingu spart leikarar í dystinum mikukvøldið - nú er eitt finalupláss uppá spæl hjá báðum liðunum (Mynd: EPA)

2020-01-24 16:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni leggja norðmenn og kroatar seinastu hond á fyrireikingarnar til tí fyrru hálvfinaluna í EM-endaspælinum. Báðar hálvfinalurnar verða leiktar í Tele2 Arena í Stokkhólmi í kvøld. Tveir rímiliga greiðir favorittar eru, men tað er eingin ivi um, at Kroatia og Slovnia kunnu geva ávíkavist Noregi og Spania høvuðbrýggj

17.00: Noreg - Kroatia
19.30: Spania - Slovenia

Kroatia hevur leingi verið partur av evropeiska hondbóltsoddinum. Liðið vann EM í 2003 og OL í 1996 og 2004. Síðani hevur metalið ongantíð verið so fínt, men frá 2008 og til og við 2013 gjørdist talan um seks heiðursmerki í endaspælum. Ikki síðani EM í 2010 hevur liðið verið í finaluni, so Lino Cervar ið gevst í summar, og hansara menn hungrað eftir finalu og gulli. Í bólkaspælinum fekk liðið fult stigatal, og í millumumfarinum gjørdist talan um tríggjar kroatiskar sigrar og javnleik móti Spania.

Noreg hevur, sum einasta liðið, vunnið allar dystirnar í endaspælinum. Til tíðir hevur spælið verið framúr, og Berge fekk spart Sagosen og allar teir føstu leikararnar móti Slovenia mikudagin. Noreg hevur ongantíð luttikið í einari EM-finalu ella vunnið nakað gull í stórari kapping, so talan verður helst um eitt fískt og uppsett lið, ið skal royna at basa kroatunum í Stokkhólmi.

Seinni í kvøld hittast Spania og Slovenia. Spaniólar hava eitt lið við nógvum royndum, og eru tveir sigrar frá at endurvinna EM. Slovenia hevur gjørt vart við seg við serliga góðum verjuparti, og kann koma í sína fyrstu finalu nakrantíð. Higartil er besta úrslitið hjá kroatum bronsan til HM í 2017. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder