Tað var undan kappingina ólavsøkudag spátt um, at Tvíspor l flokkur kundi gerast sera spennandi, og so var eisini. Hóast veðrið ikki var til vildar, munna tað vera ár og dagar síðani, at so nógv ross hava verið so jøvn í kappríðing í Føroyum, skrivar Føroya Ríðingarfelag.
Munurin millum nummar eitt og tvey var seks hundrandapartar av einum sekundi, og munurin millum nummar eitt og nummar seks var bara gott hálvt sek.
Vinnari á degnum gjørdist unga Ása Bárðardóttir, ið kappast í sínum fyrsta ári millum tey vaksnu. Ása Bárðardóttir kappast á sínari egnu ryssu, ið eitur Silfá. Nummar tvey á degnum gjørdist Anna Magnussen á Freyr og nummar trý Regin Johannessen á Thor.
Hetta merkir, at kappingin um FM-heitið verður sera spennandi, skrivar Ríðingarfelagið.
Nú tríggjar av fimm kappingum hava verið, hava vit havt tríggjar ymiskar vinnarar. Bragi vann við Leynavatn, Thor vesturi í Vágum og nú vann so Silfá á ólavsøku.
Tvíspor ll flokk vann veteranurin Hans Pauli Polsen á Tindi, nummar tvey gørdist Rebecca Jørgensen á Tobba, og nummar trý var Geir Wardum á Urd. Tvíspor ung vann skjóti hesturin Sirkill úr Nólsoy, sum Ranja Halsdóttir Djurhuus ríðir á. Trav vann systur Ranju, Yrsa Halsdóttir Djurhuus á hestinum Grettir. Hetta er helst fyrstu ferð, at Yrsa Halsdóttir Djurhuus sum hevur aldur til børn, vinnur kappingargrein hjá vaksnum.
Seinastu tvær greinarnar vann Bárður Johannessen. Tølt vann hann á hestinum Stráki og Skeiðkappingina á ryssuni Syrpu. Bárður er eisini pápi Ásu Bárðardóttir, ið vann Tvíspor l flokk, so har hevur helst verið gleði og gaman heima hjá teimum um kvøldið aftaná kappríðingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald