Annað

Sera nógv ross við til 100 ára hald hjá kappríðingini

Kappríðingin í Føroyum fyllir 100 ár á ólavsøku, og 41 ross eru meldaði til kappingina ólavsøkudag.

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2021-07-28 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

At kappríðingin er í stórari framgongd ber tilmeldingin til ólavsøkukappríðingina boð um. Ikki færri enn 41 ross hava meldað til, deilt út á seks kappingargreinar. Hetta er sera nógv til eina ólavsøkukappríðing og tað mesta hesa øldina.

Rossini eru deild soleiðis í greinar: átta eru við í Tølt, sjey í Skeið, fýra í Trav, 10 í Tvíspor ung, sjey í Tvíspor ll flokkur, og fimm í Tvíspor l flokkur.

Serliga gleðiligt er at luttøkan í tvíspor ung er í stórum vøkstri, skrivar Føroya Ríðingarfelag á heimasíðuna.

Kappríðingin, sum er ólavsøkudag klokkan 15 á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag uppi við Marknagil, hevur eisini 100 ára hald í ár. Í hesum sambandi verður nakað eyka gjørt burturúr; m.a. verður livandi tónleikur, tá steðgir eru.

Kappríðingarnar eru skipaðar í fimm FM kappingar, harav hetta er tann triðja í ár. Tí byrja stigini eisini at telja eyka, nú kappingin er hálvrunnin. Stórur spenningur er eisini í øllum greinum, tí aftaná tvær kappingar er einki ross, ið hevur vunnið báðar. So ringt er at meta um hvør fer at vinna á ólavsøku, skrivar Ríðingarfelagið.

Skráin fyri kappríðingina sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder