Hondbóltur

Sera tættar hálvfinalur hjá monnum

H71 og VÍF vunnu teprar sigrar, men alt er opið undan seinnu hálvfinalunum sunnudagin.

VÍF var omaná móti Kyndli, men bert tvey mál skiltu liðini. Harvið er alt opið undan hálvfinaluni á Hálsi leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

VÍF var omaná móti Kyndli, men bert tvey mál skiltu liðini. Harvið er alt opið undan hálvfinaluni á Hálsi leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-06 22:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mun til hjá kvinnunum er stórur spenningur undan seinnu hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini hjá monnunum. Hetta er greitt, eftir at tvær tættar hálvfinalur vórðu leiktar í ávíkavist Høllini á Hálsi og Høllini í Vestmanna í kvøld. Í báðum hallunum vóru sera nógvir áskoðarar, og liðini fylgdust tað allarmesta av dystunum. Hóast H71 og VÍF hava fyrimunin, so er alt púra opið undan seinnu hálvfinalunum, sum verða um tríggjar dagar.

Myndir frá dystinum í Vestmanna

Hjá Neistanum var danski høgri bakkurin Rasmus Søby ikki 100 %, og hann spældi tí avmarkað. Hann fekk heldur ikki nógv burturúr sínum skotum í kvøld. Danin hjá H71, Peter Krogh, var eisini avmarkaður, og tað sama var stórtalentið Elias á Skipagøtu, ið kom inn ímóti endanum av báðum hálvleikunum. Í 2. hálvleiki hevði hann eina frálíka fríspæling til strikuna og eitt gott mál við vinstra armi í einum avgerandi tíðarskeiðið.

[object Object]
Satchwell spældi ein sera týðandi leiklut í málinum hjá Neistanum leingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Bæði liðini byrjaðu heldur trilvandi í álopsspælinum. Eftir eina løtu kom gongd á málskjótingina, og liðini skiftust so at siga um at skora. Tað var Neistin, ið fyri tað mesta kom frammum. Nicholas Satchwell fekk tikið broddin av H71-skotunum í fleiri førum, og serliga hevði landsliðsvongurin Pætur Thomsen tað trupult: Hann skoraði trý mál men brendi fimm skot ímóti Satchwell, ið helt fram við sínum góða spæli tíðliga fyrstu løtuna í  2. hálvleiki, har hann millum annað hevði gott tamarhald á Hilmar Leon Jakobsen.

Hoyvíkingar royndu veruliga at fáa ferð á dystin, og tað var undirhaldandi og spennandi at hyggja eftir, hvussu liðini stríddust fyri hvørjum máli. Fyri Neistan kann tað verða ein fyrimunur, at tað ikki gjørdist málríkt, tí so fekk H71 ikki so nógv mál á útivølli. Hjá teimum bláu gekk nummar 10, toppskjúttin Tróndur Mikkelsen, veruliga á odda í løtum í 2. hálvleiki. Verjan hjá hoyvíkingum eydnaðist í stóran mun væl, men Tróndur tók fleiri ferðir sakina í egnar hendur við sínum beinleiðis spæli. Eisini Dánjal Ragnarsson skoraði tvey umráðandi mál ímóti endanum - tað seinasta ein flúgvari í seinasta minuttinum, ið fekk munin niður til eitt mál. H71 var eina løtu á odda við trimum, men úrslitið í kvøld ger, at steypavinnararnir framvegis hevur góðan møguleika  at koma í finaluna. 

[object Object]
Tróndur Mikkelsen gjørdist toppskjútti í dystinum við sjey málum (Sanvsmynd: Jens Kr. Vang)

Í Vestmanna var heimaliðið omaná fyrstu løtuna, og eftir 13 minuttir var 7-3. Fýra minuttir seinni var 7-7, síðani kom VÍF aftur á + 4, áðrenn Kyndil stríddi seg til javnleik áðrenn steðgin. Tað var eisini myndin í 2. hálvleiki, hóast munurin ongantíð aftur gjørduist fýra mál. Kyndil rann aftaná,  og var ongantíð á odda í dystinum. Teir í grønum hildu tó á, men í verjupartinum eydnaðist ikki at steðga kvika VÍF-spælinum, har Filip Jojic aftur gekk á odda. At Kyndil skoraði 27 mál í Vestmanna ger tó, at møguleikin sanniliga er har hjá liðnum, ið hevur verið í finaluni tey bæði undafarnu árini. 

[object Object]

[object Object]
(Myndir: Sverri Egholm)

Seinnu hálvfinalurnar verð leiktar sunnudagin klokkan 16.00

Faxe Kondi kappingin - menn: 
Fyrru hálvfinalurnar (6/2)


VÍF - Kyndil 29-27 (15-15) 
Toppskjúttar: Filip Jojic 10 mál, Hjalti Mohr Jacobsen 6 mál

Myndir: VÍF - Kyndil

Neistin - H71 22-23 (12-12)
Toppskjúttar: Tróndur Mikkelsen 7 mál, Dánjal Ragnarsson 5 mál, Leivur Mortensen 5 mál

Dystargongdin: 

5.min: 1-1
10 min: 4-4
15 min: 7-6
20 min: 8-8
25 min: 11-9
35 min: 14-13
40 min: 16-14
45 min: 17-17
50 min: 18-20
55 min: 20-21


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder