ÍF boðar í kvøld frá, at sáttmáli er undirskrivaður við serbiskan áleypara.
Talan er um 31-ára gamla Uros Stojanov, ið er 1,90m høgur. Hann kemur til Fuglafjarðar í næstu viku eftir smá tvey ár í teilendskum fótbólti. Farna kappingarár gjørdist áleyperin toppskjútti í næstbestu deildini.
Frá Customs United til ÍF - áleyparin hevur eisini spælt í Serbia, Montenegro, Bosnia , Kýpros og Grikkaland. Serliga gjørdi hann um seg Í næstbestu deildini í Bosnia frá 2013 til 2015, har hann eitt kappingarár skoraði 17 mál fyri NK Jedinstvo Bihać, ið GÍ spældi ímóti í Intertoto Cup í 1999. Gøtumenn vunnu heimadystin; ein 1-0 sigur á Svangaskarði
ÍF fegnast um at hava fingið Uros til Fuglafjarðar. Felagið skrivar, at leingi hevur verið leitað eftir tí rætta áleyparanum, og nú verður mett, at hetta er maðurin. Síðani Clayton Soares og Adeshina Lawal vóru í felagnum fyri nøkrum árum síðani, hevur ÍF ikki havt ein "veruligan" áleypara, men Jan Ellingsgaard gjørdi tað tó frálíkt á plássinum í 1.deild í 2018, har hann gjørdist toppskjútti í deildini við 21 málinum. Hann fekk eisini nøkur mál í fjør, men liðformaðurin er nú aftur í verjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald