Spanski fótbóltsspælarin, 35 ára gamli Sergio Ramus, hevur skrivað tvey ára sáttmála við franska stórfelagið Paris Saint-Germain. PSG fær navnfræma verjuleikaran uttan at skula rinda Real Madrid nakað, tí sáttmálin við spanska felagið er útgingin.
Ramos hevur spælt í 16 ár við Real Madrid og har vunnið Champions League fýra ferðir, spanska meistaraheitið fimm ferðir og heimsmeistaraskapin fyri feløg fýra ferðir.
- Eg gleði meg til at gerast partur av Paris Saint-Germain. Hetta er ein stórur møguleiki fyri meg. Ein nýggj avbjóðing. Hetta er ein dagur, eg ikki fari at gloyma, segði Sergio Ramos, tá sáttmálin varð undirskrivaður.
Paris Saint-Germain, sum er blivin franskur meistari sjey ferðir hesi seinastu tíggju árini, gjørdist nummar tvey í fronsku kappingini fyrr í ár, eitt stig aftan fyri Lille.
Sergio Ramos var við til at gerast heimsmeistari saman við spanska landsliðnum í 2010. Hann hevur spælt 180 dystir á spanska landsliðnum, og er spælarin, sum eigur metið fyri flest landsdystir.
Hann var ikki partur av liðnum, sum júst hevur luttikið í EM-endakappingini. Seinasti landsdystur hjá honum higartil fyri Spania var í mars í einum HM-undankappingardysti móti Kosovo.
Sergio Ramos, sum hevur havt sáttmála við Real Madrid síðan 2005, hevði ynski um at kunna halda fram, men felagið var ikki sinnað at leingja sáttmálan.
Hann hevur havt trupulleikar við knænum, og hevur nýliga verið lagdur undir skurð.
Sáttmálin við PSG er galdandi til 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald