Mánadagin spælu Føroyar venjingardyst á Kypros, har liðið var á venjingarlegu.
Sí meira: Javnleikur í aðalroyndini
Pætur Smith Clementsen letur væl at venjingum og venjingardysti og støðuni hjá spælarunum, hóast tað er tíðliga á árinum, og tær ikki hava nógvar dystarminuttir í beinunum í 2026.
Hoyr samrøðu við høvuðsvenjarin á landsliðnum ovast ella á Youtube-rásini hjá FSF-varpinum
Pætur Smith Clementsen, høvuðsvenjari, og Jacoba Langg (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)
Nú er føroyska liðið í Grikkalandi, har tann fyrsta - og tann á pappírinum truplasta uppgávan í HM-undankappingini - bíðar í kvøld.
Liðini vóru í bólki saman í Nations League-kappingini í 2024. Tá vann Grikkaland 1-0 og 2-0, og eru grikkar hægst styrkismettar í bólkinum.
Grikkaland - Føroyar byrja klokkan 18.30. Kringvarpið stroymir dystin á heimasíðu sínari - kvf2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald