U21 HM-endaspælið í hondbólti fer í morgin av bakkastokki í Týsklandi og í Grikkalandi.
Føroyska U21-liðið er í bólki saman við Angola, Japan og Spania, og teir dystirnir verða leiktir í týska býnum Magdeburg, nærhendis Berlin.
Liðið fór í morgun flogfarið hjá Atlantsflog til Keypmannahavnar í morgun, og flýgur síðani víðari til Týsklands seinni í dag.
Fyrsti dysturin hjá Føroyum er í morgin kl. 10, føroyska tíð. Dysturin er ímóti Angola. Kringvarpið fer at senda dystirnar hjá føroyska U21-landsliðnum.
Portalurin verður við á ferðini, og verður upp á pláss í Magdeburg hósdagin tá annar dysturin í bólkaspælinum verður leiktur klokkan 10. Hann verður móti Japan.
Sí eisini:
Myndir: Seinasta venjingin áðrenn fráferð til Týsklands
Innslag: - Eru eitt lið sum kann vinna á øllum á degnum
Ísak Vedelsbøl: Gleði meg ordiliga nógv til hendan møguleikan
Janus Dam Djurhuus: Torført at ímynda sær tá eg snúraði runt her ístaðin fyri at spæla hondbólt
Pauli Jacobsen: Skulu liva upp til tey virðini vit standa fyri
Julian Johansen: Hava ongantíð verið so væl fyrireikaðir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald