Týsdagin spælir føroyska U21-landsliðið í hondbólti fyrsta HM-endaspæl dystin í Týsklandi. Hann er móti Angola, og staðfestast kann, at Føroyar skulu vinna á teimum og Japan, ið ikki beinleiðis spæla "siðbundnan hondbólt".
Spælarar og venjarar vísa á, at talan ikki verður um lætta mótstøðu, og at teir fyrst hugsavna seg um at koma víðari í bólkinum, har Spania eisini er við. Føroyar skulu enda á í minsta lagi 2. plássið.
Dreymar eru tó um meira. Hetta setti serliga málverjin Pauli Jacobsen orð á, tá Portalurin vitjaði til landsliðsvenjing í Kollafirði hóskvøldið. Ungu menninir hava høg mál, og Pauli Mittún tosaði um, at júst HM kanska passar væl til føroyska liðið. Annar av venjarunum, Julian Johansen, kemur eisini inn á vegin til fjórðingsfinaluna.
Stóra styrkin hjá liðnum er sterka samanhaldið, og at spælararnir kenna og leggja í hvønn annan. Hetta eru Elias Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Jacobsen, umframt venjararnir í øllum førum samdir um.
Sí eisini: Video: - Sterka sambandið millum spælararnar er stóra styrkin
Nú eru teir spentir uppá stóru uppgávuna, og eftir hvíld og síðani venjingardystir og nógvar venjingar kenna teir seg væl fyri.
Síðsta venjingin hjá føroyska hópinum er í Hoyvík seinnapartin. Vit hava eisini ymiskt tilfar harfrá, og Portalurin verður við í Týsklandi. Fyrsta uppgávan í bólkaspælinum er móti Angola týsmorgunin klokkan 10.
Lagt til rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm.
Sí eisini:
Video: Pauli Jacobsen: Skulu liva upp til tey virðini vit standa fyri
Video: Julian Johansen: Hava ongantíð verið so væl fyrireikaðir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald