Tær seinnu fjórðingsfinalurnar í Europa League vórðu spældar í gjárkvøldið. Eftir tær er millum annað greitt, at tað eins og í Champions League-hálvfinalunum eru tvey lið úr Italia við í hálvfinalunum, at Sevilla ikki vil sleppa takinum á kappingini - og so eru trupulleikar aftur í Manchester United.
Bæði Juventus og Roma skuldu veruliga stríðast fyri tí. Juventus fór til Lissabon við 1-0 leiðslu. Bæði liðini skoraðu innanfyri teir fyrstu tjúgu minuttirnar - fyrst Rabiot fyri útiliðið og síðani Marcus Edwards við brotssparki tíggju minuttir seinni. Hetta gjørdist seinasta málið í uppgerðini. Við siðbundnum italskum avriki stongdi Juventus fyri Sporting og fer víðari við 1-2 samanlagt.
AS Roma fekk javnvág í samanlagt eftir ein tíma í dystinum í Rom. Feyenoord, ið hevði vunnið 1-0 á heimavølli, nærkaðist tó veruliga hálvfinaluni afturvið máli í 80. minutti. Í 89. minutti bjargaði Pablo Dybala heimaliðnum longda leiktíð, og harsendu mál frá El Shaarawy og Lorenzo Pellegrini liðið hjá Mourinho víðari. Í fjør eydnaðist Roma at vinna Conference League - nú eru eyguni á Europa League.
José Mourinho hevur vunnið allar evropeisku kappingarnar. Nú stílar portugisiski venjarin eftir einum Europa League-steypi við AS Roma, sum í gjár sendi Feyenoord út eftir longda leiktíð (Mynd: EPA)
Bayer Leverkusen stendur fyribils fyri. Tað var óvæntað endað við javnleiki í fyrra dystinum, sum var í Týsklandi, men í Belgia var var Leverkusen greitt omaná: Liðið hjá Xabi Alonso vann 1-4 á Union Saint-Gilloise, ið Samuel Johansen Chukwudi hevur verið knýttur at.
Sjóneykan var serliga sett á Sevilla í gjárkvøldið. Manchester United spældi við "gomlu miðverjuni" Maguire-Lindelöf, tí Raphael Varene og Lisandro Martinez eru skaddir. Hetta skapti ótryggleika, og í 8. minutti spældi Maguire bóltin beint fyri føturnar á Youssef En Nesyri, ið takkaði fyri.
Youssef En Nesyri gjørdi bart við Marokko í HM-endaspælinum í Katar og sendi Portugal út við frálíkum stútara (Mynd: EPA)
Stór persónlig mistøk og eitt samanlagt undir miðal avrik kostaði Manchester United hálvfinalupláss
Sevilla hevur havt eitt ringt kappingarár í La Liga og er ikki heilt sloppið burturúr niðurflytingarstríðnum. Men Estadio Ramón Sánchez Pizjuán og Europa League gevur liðnum nógv, og tvey mál í seinna hálvleiki avgjørdi uppgerðina.
Í báðum førum - serliga í samband við triðja málið - sá David de Gea illa út. Í seinna førinum var tað aftur marokkanski En Neysri, ið gagnnýtti gávuna.
United royndi at seta Rashford og Shaw inn, men lítið hjálpti: Tað fór frá 2-0 í 80. minutti í fyrra dystinum til samanlagt 2-5, og Erik ten Hag noyddist eftir dystin at ásannað, at Sevilla var nógv meira á, at spælarar hansara ikki raktu støði. Nú snýr tað seg um at vinna seg í FA Cup-finaluna og at tryggja sær minst eitt 4. pláss í Premier League. Hjá Sevilla lúrir eitt sjeynda heitið í kappingini, ið spanska heitið hevur vunnið tvífalt so ofta sum nakar annar.
Europa League fjórðingsfinalur - seinnu dystirnir
Hóskvøldið 20. apríl
AS Roma - Feyenoord 4-1 eftir longda leiktíð (4-2 samanlagt)
Union Saint-Gilloise - Bayer Leverkusen 1-4 (2-5 samanlagt)
Sevilla - Manchester United 3-0 (5-2 samanlagt)
Sporting C.P. - Juventus 1-1 (1-2 samanlagt)
Hálvfinalur:
Tær fyrru: 11. mai, tær seinnu: 18. mai
Juventus - Sevilla
AS Roma - Bayer Leverkusen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald