Fótbóltur

Shaki: - Altíð spælt fyri slíkum dystum

(Video) Nú er tað, sum vit hava arbeitt fyri og droymt um, beint um hornið, og vit eru ógvuliga spentir. Tað staðfesti KÍ-spælarin undan fráferð til Svøríkis mánakvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-01 01:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Keypmannahavn, Danmark (Portalurin) - Seint í kvøldi setti KÍ-hópurin kósina móti Keypmannahavn. Har verður gist í nátt, og í morgin verður koyrt yvir til Göteborg við bussi. Har skal liðið hjá Magna Hoseth royna at aftur spæla seg víðari í Champions League.

Eftir fyrsta umfar og 0-0 í fyrra dystinum í 2. umfari eru vónirnar góðar, men nú bíðar trupla uppgávan á útivølli móti svensku meistarunum. René Shaki Joensen heldur, at KÍ er í góðar
i støðu at gera nakað við Häcken og sum heild til hesar evropeisku dystirnar

- Nógvir spælarar eru við nógvum royndum, vit kenna hvønn annan, og vita hvørjum vit møta, og hvat vit skulu gera

Hetta var 30-ára gamli havnarmaðurin inni á í samrøðu við Portalinum undan fráferð í Vágunum. Hetta er annað árið hjá René í KÍ, og í leguni merkir man, at tað er ikki langt frá, at dreymurin um bólkaspælið gongur út.

Les eisini: Soleiðis kann KÍ koma í eitt bólkaspæl

Tó hugsavna vit okkum nú veruliga um uppgávuna, staðfestir Shaki, ið hevur staðið sera sterkur í myndini í evropeisku dystunum í summar. Hann hevur mest spælt vongbakkur, og í móti
Häcken í Klaksvík stóð hann seg heilt væl yvirfyri sterkasta vápnunum hjá svenska liðnum og kom eisini við góðum túrum frameftir. Í Ungarn pilkaði hann bóltin frá mótstøðuleikara á teirra hálvu, rak og legði útfrá og skapti harvið í stóran mun málið til 2-0.

Í annaðkvøld skulu René Shaki Joensen og hinir í bláum royna at taka eitt fet víðari móti svensku favorittunum. Fyrsta bríksl í Champions League-dystinum í Göteborg í morgin verður klokkan 18 føroyska tíð.

Vit hava meira tilfar úr KÍ-leguni í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder