Setningurin hjá KÍ í Svøríki er greiður, tó at hann á ongan hátt er lættur at greiða: Vinnur KÍ á BK Häcken mikukvøldið - eftir 90 minuttir, eftir longda leiktíð ella eftir brotssparkskapping - so er tað púra vist, at føroyameistararnir skulu spæla eitt evropeiskt bólkaspæl í heyst og í vetur.
Um svensku meistararnir sláa KÍ út - sum er tað mest sanníkt - so er Europa League á skránni. Tað at liðið úr Klaksvík vann í Budapest í 1. umfari gjørdi, at man tryggjaði sær eitt "eyka lív" í evropeisku kappingunum.
Her er frágreiðingin, sum KÍ hevur sett upp (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
Sí eisini:
KÍ skal royna at skelka svensku meistararnar
KÍ spælir eisini á grasliki í Göteborg
Hesum kann KÍ møta í 3.umfari
Um KÍ fer niður í Europa League og eisini tapir í 3. umfari har, so er ein lívlinja eftir: So verður talan um play-off dystir í Conference League síðst í august, og er hetta seinasta fetið áðrenn bólkaspælið.
Alt hetta er framvegis tilhugsað og tengt at nógvum ymiskum. Tað er tó ein sannroynd, at KÍ skal tapa tríggjar ferðir afturat samanlagt fyri at verða sligið heilt út úr Evropa í ár, og at liðið hjá Magna Hoseth "bert" skal vinna einaferð afturat fyri at tryggja sær pláss í einum bólkaspæli
Hetta tryggjar minst yvir 20 milliónir krónir (brutto) og at fremsta málið hjá mansliðnum í Klaksvík í løtuni verður rokkið.
Magne Hoseth og hansara menn hava nógvar spennandi uppgávur fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)
Her ber til at hoyra Hall Hansson tosa um millum annað møguleikan fyri bólkaspæli: - Man hevur eina sterka trúgv uppá tað.
Hoyr eisini Magna Hoseth og Odmar Færø eftir dystin í Klaksvík:
Portalurin verður við til sera týdningarmikla dystin í Svøríki mikukvøldið. Tað er 0-0 eftir dystin í Klaksvík. Fyrsta bríksl í Göteborg mikudagin verður klokkan 18. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald