Føroyameistararnir skelkaðu fóbóltsevropa, tá teir vunnu á Ferencvárosi í Ungarn. Tað skal nógv til fyri at gera tað einaferð – at skapa nakað sum líkjist tí úrslitinum aftur, krevur kanska uppaftur meira.
BK Häcken er ávarað, og hóast svensku miðlarnir lótu illa at avrikinum í Klaksvík í síðstu viku, so hevur Häcken eitt meira enn brúkiligt útgantsstøði áðrenn seinna dystin. Útivallarmál telja ikki við, og heimaliðið skal “bara” vinna fyri at koma víðari.
Sí eisini: Málverjin bjargaði Häcken í Klaksvik
So er neyðugt at gera nakað, sum hvørki Häcken ella Ferencvárosi hava gjørt í summar: Skora móti KÍ. Liðið hjá Magna Hoseth skal royna at gera nógv av teimum somu tingunum rætt sum í undanfarnu dystunum.
Nakrir svenskir miðlar hava skrivað um, at talan er um dreymamótstøðu hjá Häcken, og nú undan seinna dystinum er liðið, sum vann oddadyst í Svøríki í gjár, stórfavorittur hjá veddingarfyritøkunum.
Hjá teimum flestu liggur oddsi á heimasigur undir 1,30, ið er lágt men helst ikki óvæntað lágt, tá talan er um svenskan meistara móti føroyskum meistara. Hinvegin liggur javnleikur á fimm ferðir peningin aftur ella meira enn tað, og sigur er umleið tíggju ferðir aftur. Bet365 "trýr mest uppá KÍ": 1,30 á Hacken og 7.50 á útisigur og eitt slag av endurtøku frá fyrsta umfarið hjá KÍ, ið spældi 0-0 heima og vann á stórfavoritti á heimavølli.
Fyrsta bríksl á Bravida leikvøllinum verður mikukvøldið klokkan 18. Portalurin verður á staðnum og hevur ymiskt tilfar í samband við dystin. Kringvarpið vísir dystin.
Sí eisini: KÍ spælir eisini á grasliki í Göteborg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald