Tiraspol, Transnistria, Moldova (Portalurin) - Byrjanaruppstillingin hjá KÍ her í kvøld er nú almenn.
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø Vegard Forren, René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrick Da Silva - Luc Kassi
Broytingin í mun til dystin á Tórsvølli fyri einari viku síðani er, at René Shaki Joensen kemur inn ístaðin fyri Sivert Gussiås. Patrick da Silva verður harvið fluttur fram á vinstra vong, meðan Shaki verður vinstri vongbakkur.
Patrick Da Silva stútaði bóltin í málið til 1-0 fyri KÍ í síðstu viku (Mynd: Bjarni Enghamar)
Harvið skuldi KÍ eisini verið uppaftur sterkari í verjukenda partinum, umframt at góðir jokarar eru á bonkinum.
Bonkur: Markus Olsen Petterson, Mads Boe Mikkelsen, Páll Andrasson Klettskarð, Jonn Johannessen, Sivert Gussiðs, Børge Petersen, Óli Eyðsteinsson Poulsen og Hallur Hansson
Sambært grafikkinum omanfyri fer Sheriff at spæla meira álopskenda leikskipan enn i Føroyum. Talan verður ikki um tríggjar miðverjar men tveir og eina 4-3-3.
UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Í dag, hósdagin 31.08
18.00: Sheriff Tiraspol - KÍ (1-1)
Kringvarpið stroymir dystin á kvf.fo.
Sí eisini:
Spæla avgerandi dyst í serstøkum øki
Video: Skulu nokk rópa fyri meira enn tríggjar
Fótbóltur
Shaki er við aftur
Hann avloysir Sivert Gussiås í byrjanaruppstillingini hjá KÍ. Málskjúttin í fyrra dystinum, Patrick Da Silva, er fluttur longur fram á vøllin.
Royndi René Shaki Joensen til venjingina á Sheriff leikvøllinum í gjárkvøldið - í kvøld skal hann gera mun við sínari orku og kviku fótum (Mynd: Sverri Egholm)
2023-08-31 17:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald