René Shaki hevur undirskrivað nýggjan 2-ára sáttmála við HB. Hesum boðar felagið frá í kvøld.
Hann kom heim aftur til HB í summar, eftir nøkur ár uttanlanda, og var darvaður av skaða í 2019, sum førdi við sær at hann bert spældi 10 dystir í reyðu og svørtu blusuni, harav 8 frá byrjan. Men nú er hann við at vera klárur aftur, og hann gleðir seg at koma ordiliga í gongd aftur.
– Avgerðin um at velja at halda fram í HB var løtt. Eg trívist sera væl her, og eg eri jú uppvaksin her. HB er mítt felag, skrivar heima
Nýggi venjarin í felagnum, danin Jens Berthel Askou, byrjar 1. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald