Hondbóltur

Sí Elias stjala pallin í 2. hálvleiki - allir føroyingarnir vunnu í 2. umfari

Nummar 71 skoraði seks mál og legði upp til trý uppá undir hálvan tíma, tá Kiel vann í gjár. Vilhelm Poulsen skoraði trý mál og vann tvey stig - Hákun West av Teigum varð spardur í sigri hjá Füchse.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-04 07:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir føroyingar vóru í eldinum í 2. umfari í Bundesliguni í gjár, og allir vóru á vinnandi liðnum.

Hákun West av Teigum kom í roynd og veru ikki í eldin. Fyrsta val á høgra vongi hjá Füchse hevði frí í dystinum í Suðurtýsklandi - helst tí tveir stórdystir eru fyri framman - meðan Leo Prantner fekk møguleikan.

Italiumaðurin tók sanniliga eisini av: Hann varð toppskjútti hjá meistarunum við níggju málum í 32-26 sigrinum á Göppingen. Prantener hevði tólv skot og harvið væl meira at arbeiða við, enn Hákun ofta fær í grønum.

Vilhelm gjørdi bart

Hannover-Burgdorf byrjaði kappingarárið heldur keðiligt við heimatapi móti Gummersbach í síðstu viku, men í Hamburg í gjár sigraði "Die Recken". 

Tað var 16-15 í steðginum, men í 2. hálvleiki fekk útiliðið vejruna at rigga væl. Har átti Vilhelm Poulsen sín góða leiklut sum "tvey'ari". 26-ára gamli føroyingurin vísti styrki, og hann skoraði eisini trý mál í 2. hálvleiki - millum annað ta seinasta í dystinum.

Harvið ein góð uppliving hjá Vilhelmi, sum eisini átti tvey upplegg í 33-29 sigrinum.

Hæddarpunkt frá dystinum síggjast her - tíverri einki mál hjá Vilhelmi

[object Object]
Vilhelm Poulsen vísti sítt virði sum verjuspælari og sum álopsspælari í 2. hálvleiki í gjár (Savnmynd: Sverri Egholm)

Elias á Skipagøtu stýrdi sigrinum heim

THW Kiel slapp ikki av við HSG Wtzlar fyri steðgin hóast fínt spæl.

Seint í 1. hálvleiki kom Elias Ellefsen á Skipagøtu á vøllin fyri fyrstu ferð, og skjótt kom hann á máltalvuna við síðsta málinum fyri steðgin. Í 2. hálvleiki fór Kiel frá, og hetta er millum annað nummar 71 at takka: Hann setti ferð á, og fekk spælið sman við Mykola Bilyk, Emil Madsen og serliga strikunum at flóta.

Seks mál og trý upplegg frá føroyinginum uppá stutta tíð, og so "loyvdi hann sær" at brenna í seinasta sekundi.

Tá var tað líkamikið, tí Kiel vann 34-30. Eins og í 1. umfari, skeyt Elias á Skipagøtu seks mál í sigri hjá stórfelagnum - og næstflest á liðnum. Saman við stórsteypadystinum er tað nú 20 mál í trimum kappingardystum og næstbesti kappingartoppskjútti hjá Kiel í 2025/2026 (eftir Emil Madsen).

Sí eisini: Elias við høggi í leysari luft

Fleiri av málunum vóru flott, og síggjast fýra teirra í samandráttinum ovast ella á Youtube hjá Dyn Handball. Tað fyrsta er frá 3.55, og so er tað partvíst ein Elias-kvalkada harfrá: Maðurin við 71-talinum hjá teimum sebralittu er nógv í miðdeplinum

Kiel og Füchse Berlin hava, eins og Magdeburg og Rhein-Neckar, fult stigatal eftir tvey umfør. Hákun og Füchse spæla longu leygardagin klokkan 14.40 oddabrak móti Magdeburg - liðini hittust í Champions League-finaluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder