13 steypafinalur á eru skránni frá í annaðkvøld og til tíðliga sunnudagin. Allar verða spældar í Høllini á Hálsi í Havn.
Skráin:
Fríggjadagin 23. februar:
Kl. 18.00: SÍ - ÍF (D19)
Kl. 19.15: SÍ - ÍF (D16)
Kl. 20.30: Fleyr - Mjølnir (G16 A)
Leygardagin 24. februar:
Kl. 10.00: SÍ - Dráttur (G14 A)
Kl. 11.15: KÍF - Ternan (G16 B)
Kl. 12.30: TB b - ÍF a (D12)
Kl. 13.45: Ternan - TB (D14)
Kl. 16.00: Fleyr - Dráttur (Meistaradeild K)
Kl. 19.00: SÍ - Mjølnir (Meistaradeild M)
Sunnudagin 25. februar:
Kl. 13.00: SÍ - KÍF (G12)
Kl. 14.15: TB - Ternan (G14 B)
Kl. 15.30: Fleyr a - Mjølnir (G19)
Kl. 16.45: SÍ - Mjølnir (Kvinnuunglingar)
Sum sæst so er SÍ - sum so ofta áður best umboðað (seks lið). Tó eru tey 26 plássini "væl býtt" millum átta føroysk flogbóltsfeløg.
SÍ: 6
Mjølnir 4
ÍF: 3
Fleyr: 3
Ternan: 3
TB: 3
KÍF: 2
Dráttur: 2
Portalurin hevur gjørt hetta yvirlitið. Í yvirlitinum hjá Flogbóltssambandinum omanfyri sæst millum annað, at Mjølnir er heilt væl við á gentusíðuni - umframt at menninir "sjálvandi" eru í finaluni.
ÍF hevur trý lið í dreingjafinalum, Fleyr stendur sterkt á gentusíðuni, og so er yngsta felagið á listanum - Ternan av Toftum - væl við.
Til ber at síggja og stroym allar finalurnar hjá Televarpinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald