Annað

SÍ vann Bónuskappingina fyri Gentur 12

SÍ-KÍF 2-0 (25-10, 25-18).

2024-02-25 14:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

SÍ vann Bónuskappingina fyri gentur 12.

Ongin ivi hevur í nógv ár verið um, at SÍ hevur eitt avbera gott ungdsómsarbeiði í flogbólti, og at nógvir gávuríkir ungir leikara koma úr Sørvági og úr Vágoynni annars.

Ein av teimum avbera stóru talentunum, sum føroyskur flogbóltur og sørvingar eiga, er Anna Katrina í Haraldstovu.

Anna Katrina og hinar genturnar úr SÍ vunnu í dag ein greiðan sigur á KÍF, og eru harvið vinnarar av Bónuskappingini 2024 fyri gentur 12. Væntast kann, at føroyski flogbóltsheimurin fer at hoyra munandi meira um Onnu Katrinu, sum tíðin gongur.

KÍF liðið, sum tapti, er í stóran mun skapt av eini eldsál og mammu, Iris Johnsson, sum fyri fáum árum síðani byrjaði at arbeiða sum venjari við einum sera lítlum árgangi í Kollafirði. Í ár megnaði hon at leiða hesar genturnar til finalurnar í Bónus steypakappingini.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist ikki óvæntað Anna Katrina í Haraldstovu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder