Hondbóltur

Síðsta og størsta avbjóðingin bíðar

Danmark hevur fult stigatal, eina málúrtøku á +53 og vann við tjúgu málum í Føroyum í oktober. Leygardagin seinnapartin vitja føroysku kvinnurnar í Næstved, har tað kann verða ógvuliga trupult, og har avbjóðingin er spennandi.

Donsku leikararnir høvdu ógvuliga gott tamarhald á teimum føroysku, tá liðini hittust í Høllini á Hálsi í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

Donsku leikararnir høvdu ógvuliga gott tamarhald á teimum føroysku, tá liðini hittust í Høllini á Hálsi í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-21 19:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið taptu Føroyar við tíggju málum fyri Rumenia á heimavølli. Samstundis spældi Danmark í Eysturríki, og har vunnu donsku kvinnurnar við heili 16 málum.

Við sigrinum er endaliga greitt, at Danmark hevur spælt seg í EM-endaspælið. Liðið hjá Jesper Jensen hevur fult stigatal og eina málúrttøku á +53 eftir fimm umfør í bólki tvey.

Føroyar hava einki stig og eina málúrttøku á minus 46. Í dystunum móti Eysturríki og í fyrru hálvleikunum móti Rumenia, hava føroysku kvinnurnar í stóran mun verið væl við og víst góðar taktir. Móti Danmark í oktober var tað ongantíð spenningur, og serliga í fyrra hálvleiki sást klassamunurin. Tað endaði við tjúgu-máls sigri til útiliðið.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Føroysku kvinnurnar skulu nú aftur stríðast móti teimum donsku (Myndir: Sverri Egholm)

Danmark endaði við bronsuheiðursmerki til HM-endaspælið í desember, og hevur heimsins besta málverja, Sandra Toft, umframt Anne Mette Hansen, Mie Højlund, Line Haugsted og aðrar framúr leikarar. 

Unga føroyska liðið skal royna at bjóða hesum av. Ein fyrimunur kann vera, at Danmark nú er víðari, men tað er tó ósannlíkt, at tær í reyðum ikki fara at royna at spæla í høgum gervi á heimavølli.

Dysturin í Næstved byrjar klokkan 15.10 leygardagin. Í Rumenia er lagnudystur á skránni, tí Eysturríki vitjar, og bæði liðini hava fimm stig.

Støðan í bólki 2 undan seinasta umfari: 
1. Danmark 10 stig
2. Rumenia 5 stig
3. Eysturríki 5 stig
4. Føroyar 0 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder