Fótbóltur

Siga frá Champions League-dystinum í Klaksvík á FM1

Tyrgvi Absalonsen og Jóan Pauli Jacobsen sita til reiðar við mikrofonirnar stutt fyri klokkan 19.45 og til ber at fylga við á Portalinum, tá KÍ skal royna at vinna sær gott útgangsstøði í stríðnum um deildarspæl.

KÍ hevur aftur Champions League-uppgávu í Klaksvík og aftur er talan um fyrra dystin - í 1. umfari eydnaðist at koma víðari eftir tveir 2-1 sigrar (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ hevur aftur Champions League-uppgávu í Klaksvík og aftur er talan um fyrra dystin - í 1. umfari eydnaðist at koma víðari eftir tveir 2-1 sigrar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-21 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv er uppá spæl, tá KÍ í kvøld tekur ímóti Kauno Zalgiris.

Meistaraliðini úr Føroyum og úr Litava stríðast fyri at vinna seg í 3. umfar í Champions League og harvið eisini tryggjað eitt evrorpeiskt deildarspæl í heyst og í vetur.

Lagt er upp til, at tað verður javnt, eins og áður KÍ hevur roynt seg móti liðum úr Litava.

Les eisini: Triðju ferð at KÍ spælir móti liði úr Litava

Fyri KÍ er tað stórur smeitur, at Odmar Færø er uttanfyri vegna ógvuliga stoytin sterki miðverjin fekk í høvduð í Luksemborg. Liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen er framvegis sera ivasamur vegna ryggin, og René Shaki Joensen er ikki til reiðar enn. Sebastian John og Patrik Johannesen eru langtíðarskaddir

Sí eisini: Odmar Færø til fleiri kanningar í Keypmanahavn

Trygvi Absalonsen og Jóan Pauli Jacobsen siga frá dystinum á FM1, og byrjað verður stutt fyri klokkan 19.45. Til ber eisini at fylgja við ovast á Portalinum, og hava vit ymiskt tilfar úr Klaksvík í kvøld.

Til ber at lurta her ella á frekvensunum kring landið

Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - Kauno Zalgiris (LIT)

FM1 hevur beinleiðis frásøgn í kvøld, livescore er ovast á Portalinum, og vit hava eisini nógv tilfar úr Klaksvík


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder