Fótbóltur

Triðju ferð at KÍ spælir móti liði úr Litava

Bæði í 2018 og í 2019 var tætt í Europa League-uppgerðunum. Seinna av hesum árunum eydnaðist KÍ at senda Riteriai út. Klokkan 19.45 í kvøld vitjar Kauno Zalgiris í Klaksvík til fyrra Champions League-dystin millum liðini.

Deni Pavlovic og Páll A. Klettskarð stríðast í Vilnius í 2018, har KÍ jagstraði. Tað endaði 1-1 og samanlagt 2-3 - í kvøld spæla teir aftur móti einum liði við navninum Zalgiris úr Litava (Mynd: Sverri Egholm)

Deni Pavlovic og Páll A. Klettskarð stríðast í Vilnius í 2018, har KÍ jagstraði. Tað endaði 1-1 og samanlagt 2-3 - í kvøld spæla teir aftur móti einum liði við navninum Zalgiris úr Litava (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-21 09:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru litavisku meistararnir móti føroysku meistarunum í 2. umfari í Champions League, og hetta er ikki fyrstu ferð, at KÍ skal spæla móti liði úr Litava.

Í 2018 var Zalgiris Vilnius, sum seinni hevur spælt í Champions League nakrar ferðir, á skránni. Talan var um Europa League. Litaviska liðið vann 2-1 í fyrra dystinum í Gundadali við máli í yvirtíðini, og kom eisini skjótt á odda á heimavølli. Men í 65. minutti sló Ronni Møller-Iversen, og so var KÍ ikki so langt frá longdari leiktíð.

[object Object]
Glaðir KÍ-fjepparar eftir flotta málið hjá Ronni Møller-Iversen í Vilnius

[object Object]Tað endaði 1-1 í 2019. Ein tá 20-ára gamal Jákup B. Andreasen spældi væl í Vilnius og skoraði á sama leikvølli árið eftir - núverandi KÍ-liðformaðurin er ógvuliga ivasamur til dystin í kvøld (Myndir: Sverri Egholm) 

Tað endaði tó samanlagt 3-2 til Zalgiris, men í 2019 bragdaði hjá KÍ móti litaviskari mótstøðu.

Tá var Riterai á skránni. Jákup Biskopstø Andreasen skoraði eftir upplegg frá Jóannes Bjartalíð í fyrra dystinum, sum var í Vilnius. Tað endaði 1-1, og harvið kundi KÍ vinna seg víðari við málleysum javnleiki á Svangaskarði, tí tað var regulin um útivallarmál galdandi.

Tað endaði eisini 0-0, og harvið hevði KÍ fyri fyrstu ferð spælt seg víðari tvær ferðir sama ár.

[object Object]

[object Object]
KÍ, sum seinni sama ár vann fyrsta FM-heiti í 20 ár, kundi fegnast um 0-0 dystin móti Riterai (Myndir: Sverri Egholm)

Nú skal KÍ royna at vinna seg víðari fyri aðru ferð hetta árið. Um tað eydnast, so skal liðið spæla eitt deildarspæl (tað sum fyrr var bólkaspæl) í heyst/vetur - "í minsta lagi" Conference League.

Fyrsta fetið skal takast á heimavølli. Hesaferð er Zalgiris úr Kaunas á skránni - ikki tað sama, sum Zalgiris VIlnius í 2018. Meistaraliðið í Litava í fjør er eisini oddalið í løtuni. Tann kappingin koyrir.

Sí eisini: Áskoðarafjøldin við Djúpumýru lyftir okkum tað seinasta

Tøl: Faroesoccer 

Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - Kauno Zalgiris (LIT)

FM1 hevur beinleiðis frásøgn í kvøld, livescore er ovast á Portalinum, og vit hava eisini nógv tilfar úr Klaksvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder