Fótbóltur

Siga frá oddadystinum í Gundadali klokkan 17

KÍ skal vinna fyri at vera beint í hølunum á NSÍ - B36 kann endurvinna oddasessin við sigri. FM1 sigur frá dystinum og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

KÍ og B36 bresta saman í Gundadali til týðandi dyst í oddastríðnum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og B36 bresta saman í Gundadali til týðandi dyst í oddastríðnum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-09 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir sigurin hjá NSÍ á HB í gjár, er støðan í oddinum rímilga greið, nú fyrsti triðingur fer at koma at enda - og støðan verður greiðari í kvøld.

KÍ og B36 besta samaan í Gundadali. Tey bæði einastu ósigraðu liðini í landskappingini, har tó við øllum fyritreytunum og í úttrykki hevur sæð betri út hjá B36.

Sí eisini: Dávid Biskopstø Andreasen: - Tað vit ætlaðu áðrenn dystin - hava bestu áskoðarar í Føroyum

Spurningurin er so, hvør KÍ-útgáva tað verður í dag: Tað liðið, sum vann á HB á sama staði fyri 13 døgum síðani ella tað, sum fyri stuttum hevur spælt javnleikir móit uppflytarunum.

B36 basti NSÍ mánakvøldið og kann taka oddasessin aftur við sigri í kvøld. KÍ skal ikki tapa - so verða ávikavist fýra og fimm stig upp til NSÍ og B36.

Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 17, og FM1 sigur frá dystinum - Trygvi Absalonsen fer at leiða lurtaran ígjøgnum eitt helst spennandi kvøld í Gundadali.

9. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í dag, leygardagin 9. mai
17.00: B36 - KÍ (FM1)

Sunnudagin 10 mai
15.00: Víkingur - EB/Streymur (FM1)

17.15: 
Skála - AB (FM1)
07 Vestur - B68

Til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum

Í gjár, fríggjdagin 8. mai
NSÍ - HB 2-1 (1-0)
4' Michal Przybylski (Marius Kryger Lindh) 1-0
24' Storm Bugge Pettersen 1-1
51' Michal Przybylski (Jann Julin Benjaminsen) 2-1

Sí meira um dystin her

Les eisini: NSÍ aftur oddalið og HB í heldur trongari støðu


Støðan

[object Object]
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder