Fótbóltur

Sigfríður Clementsen nýggjur venjari hjá FC Suðuroy

Royndi venjarin skal eisini vera knýttur at nýggja fótbóltsakademinum.

Sigfríður Clementsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sigfríður Clementsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-23 23:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sigfríður Clementsen verður venjari hjá FC Suðuroy komandi kappingarár. Tað boðar felagið frá í kvøld.

FC Suðuroy fer hetta kappingarárið at spæla í 2. deild eftir at samstarvið millum suðuroyarliðini um felagslið endaði í fjør.

Í Vági er man nú farin undir eitt fótbóltsakademi, og Sigfríður Clementsen verður eisini knýttur at tí.

-  Vit ganga sum kunnugt nýggjar spennandi leiðir og skulu byggja upp eitt sterkt fundament undir FC Suðuroy, samstundis sum fyrsta fótbóltsakademi í landinum fer í gongd, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy við heimasíðuna hjá felagnum.

-  Og við Sigfríði Clementsen og Jón Paula Olsen fáa vit eitt sera sterkt venjaratoymi í felagnum, har Jón Pauli er høvuðsungdómsvenjari og Sigfríður er venjari hjá 2. deild – og báðir eru venjarar á Fótbóltsakademi’num, so framtíðin fyri fótbóltin her á leiðini sær sera spennandi út, sigur Julius Vest Joensen.

Sigfríður Clementsen byrjar í starvinum 1. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder