Annað

Signa Vár vann silvur og bronsu í Abu Dhabi

Føroyski parasvimjarin kemur heim við trimum heiðursmerkjum úr Special Olympics World Games.

Signa Vár við bronsuheiðursmerkinum

Signa Vár við bronsuheiðursmerkinum

2019-03-18 18:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

20 ára gamla Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen vann um vikiskifti sær trý heiðursmerki á stóru Special Olympics ítróttastevnuni í Abu Dhabi í Arabisku Emiratunum.

Signa Vár gjørdist nummar tvey ella trý í øllum trimum kappingunum hon luttók í.

Leygardagin svam hon 200 metrar blandað, og tíðin 2 minuttir og 53,40 sekund røkk til eitt silvurmerki.

Sunnudagin svam hon seg aftur til silvur við at svimja 100 metra firvaldssvimjing í tíðini 1 minutt og 18,38 sekund. Seinni sama dag vann hon bronsu í 200 metra frísvimjing í tíðini 2 minuttir og 32,68 sekund.

Harafturat hevur Meiken Olsen fingið heiðursmerki fyri eitt fjórðapláss í 200 metra renning, og Rúni Jacobsen fekk eisini heiðursmerki fyri at gerast nummar fimm í 200 metra renning.

Special Olympics kappingin endar mikudagin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder